Níggju arbeiðsmenn, sum hava verið innibyrgdir í einum koparnámi í Peru í seks samdøgur, vórðu í dag bjargaðir upp úr tí 250 metrar djúpa náminum, sum er 240 kilometrar í landssynning úr høvuðsstaðnum Lima.
Tíðindastovan AP skrivar, at menninir vóru rímiliga væl fyri, tá teir komu upp úr náminum, men at nakrir teirra máttu fáa súrevni. Allir høvdu sólbrillur, so teir kundu venja seg við dagsljósið eftir at hava verið í myrkri í seks samdøgur. Forsetin, Ollanta Humala, var komin at taka ímóti monnunum.
Ein spreinging í náminum fyri seks døgum síðani gjørdi, at teir níggju menninir sluppu ikki uppaftur. Hesa tíðina hava teir fingið mat og heilivág ígjøgnum eina slangu.