Ein næmingur á Hillerød Farmakonom Skole tók tað ikki við løttum, at hann dumpaði til eina eksamiu.
Úrslitið varð, at næmingurin gjørdist frá sær sjálvum um miðdagsleitið í dag og hótti við at skjóta fólk á skúlanum.
Sambært ekstrabladet.dk er næmingurin dumpa-ur so ofta, at hann ikki sleppur upp aftur til eksamiu, men má taka eitt heilt skúlaár um aftur.
Tað vóru boðini frá skúlanum, sum førdi til eitt hav av hóttanum frá óða næminginum.
Gjøgnum telefon skal næmingurin hava sagt: - Eg kann koma og skjóta tykkum øll, sambært Nordsjællands politi.
Skúlin meldaði hesar hóttanir til politiið, sum tók tær í so stórum álvara, at øll vórðu flutt burtur av skúlanum. Hartil helt politiið vakt við skúlan.
Politiið handtók mannin seinnapartin, og hann kann nú rokna við ákærum um hóttanir.










