Næmingatalið í samanløgdum flokkum minkast

Føroya Lærarafelag hevur í skrivi til Mentamálaráðið kravt, at samanlagdir flokkar í mesta lagi hava 17 næmingar, sigur Elsa Birgitta P. Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag

Nýggi tímabýtislykilin hevur eisini verið til ummælis á nevndarfundi í Føroya Lærarafelag. Hetta var tann 6. mars í ár og nevnd felagsins hevði fleiri viðmerkingar og uppskot til broytingar til henda tímabýtislykil. Men tíverri tók Mentamálastýrið ikki hesar til eftirtektar.
Ein av viðmerkingunum var til tímabýtið hjá skúlum við færri enn 70 næmingum. Føroya Lærarafelag kravdi at fáa at vita eftir hvørjari skipan hesir skúlar fáa játtað tímar. Harafturat varð kravt, at hesir skúlar skulu hava munandi fleiri tímar enn eftir gomlu skipanini, tí tað er torførari at undirvísa í einum flokki, sum ikki er árgangsbýttur enn í einum, sum er árgangsbýttur.
Á nevndarfundi mikudagin varð skriv frá álitisfólkum Føroya Lærarafelags við skúlar við færri enn 70 næmingum, og sum sostatt ikki eru árgangsbýttir, viðgjørt. Tey nevna nakrar grundir til, at tað er torførari at undirvísa í hesum ikki árgangsbýttu flokkunum:
?Spjaðingin í samanløgdum flokki er størri enn í árgangsbýttum.
?Truplari er at náa ásettum undirvísingarmálum, tí undirvísingin verður meira smábýtt.
?Undirvísingartilfarið er ikki klárt at brúka í samanløgdum flokki. Lærarin má gera alt tilfarið sjálvur.

Nevnd Føroya Lærarafelags tekur fult undir við hesum sjónarmiðum. Tískil hevur Føroya Lærarafelag í skrivi til Mentamálaráðið kravt, at samanløgdu flokkarnir mugu í mesta lagi hava 17 næmingar, um teir skulu hava somu treytir, sum aðrir næmingar í føroyska fólkaskúlanum í dag.

Føroya Lærarafelag kann heldur ikki góðtaka, at limir felagsins, sum arbeiða á ikki árgangsbýttum skúlum, eru fyri vanbýti, tá tað snýr seg um arbeiðsumstøður.

Føroya Lærarafelag skilir ikki, hví Mentamálastýrið ikki gjørdi nakað fyri at broyta tímajáttanina, ella í hvussu so er svaraði Føroya Lærarafelag, áðrenn skipanin varð sett í verk.