Heystferia er hesa vikuna og mánadagin byrja skúlarnir aftur - allastaðni uttan á Glasi, tí har fáa næmingarnir frí í nakrar dagar afturat.
Glasir sigur á heimasíðu síni, at í heystfrítíðini hevur verið arbeitt við at gera bygningin lidnan innan. Endamálið er, at so gott sum alt arbeiði innandura skal vera liðugt tá næmingarnir møta aftur eftir heystfrítíðina.
Men arbeiðið hevur drigið út og tí hevur Landsverk heitt á Glasir um at fáa tríggjar arbeiðsdagar afturat at gera ábøturnar lidnar. Hesum hevur leiðslan á Glasir eftirlíkað og tískil byrjar undirvísingin eftir heystfrítíðina ikki mánamorgunin, sum ætlað, men hósmorgunin 25. oktober, klokkan 8.10.
Glasir sigur, at hetta er galdandi fyri undirvísingina á gymnasialum miðnámi og yrkisrættaðum námi. Hægri nám er ikki ávirkað av broytingini.