Næmingar við vælbjargaðum foreldrum fáa fyrimun

Lærararnir á Handilsskúlanum í Havn ávara nú ímóti ætlanini hjá samgonguni at skerja lestrarstuðulin til miðnámsskúlanæmingar. Lærarararáðið á handilsskúlanum sigur, at hetta er í andsøgn við tað, flokkarnir lovaðu upp undir løgtingsvalið.

Hetta merkir so eisini, at næmingarnir eru farnir í skúla undir skeivum fortreytum.

Lærararnir fýlast eisini á, at stuðulin verður skerdur mitt í einum skúlaári, tí tað kann føra til, at næmingar ikki gera skúlan lidnan, men gevast av fíggjarligum orsøkum.

Avleiðingarnar verða eisini tær, at næmingar við vælbjargaðum foreldrum fáa fyrimun fram um aðrar næmingar.

Men tað kann eisini henda, at næmingar noyðast at arbeiða meir og at teir sostatt fáa minni tíð til skúlan.

Tað kann fáa avleiðingar fyri próvtøkuna og samstundis elva til at føroyskir næmingar verða verri fyri enn næmingar í øðrum londum í kappingini um pláss á víðari lestri.