Brimil hevur í fleiri ár siglt við næmingum av Vinnuháskúlanum, og nú í heyst hava bæði skiparanæmingar og skipsføraranæmingar verið við skipinum Eins og undanfarin ár hava næmingar av Vinnuháskúlanum verið umborð á Brimli, har teir hava roynt at ganga vakt á brúnni - í firðum og sundum, har nógv skipaferðsla er.
Heimasíðan hjá Fiskiveiðieftirlitinum skrivar, at næmingarnir serliga eru kunnaðir um siglingarskipanir, sum eru galdandi í ymisku økjunum.
- Seinastu árini hevur verið siglt í donskum sjógvi, meðan skipsføraranæmingar hava verið umborð.
Hesin túrurin er júst gjørdur.
Í seinastu viku vóru so skiparanæmingar umborð á Brimli. Teirra sigling fór fram í føroyskum sjógvi, og her varð dentur lagdur á frálæru í siglingartólum.
Á slíkum ferðum verða næmingar eisini lærdir, hvussu dagbókin skal skrivast og annars, hvussu týdningarmikið tað er at hava kunnleika til øll skipsskjøl, sum til eina og hvørja tíð eru galdandi.
- Siglingin hjá skiparanæmingum endar við próvtøku í handfaring av siglingartólum, skrivar heimasíðan hjá Fiskiveiðieftirlitinum.