Næmingar vísa samfelagssinni

Tey lesandi í Føroyum hava onki ímóti at lesandi yvir 18 ár, sum búgva heima fáa umleið 300 krónur minni um mánaðin, ið landið eftir ætlan fer at gera fyri at spara pening. – Onkustaðni skal sparast og fáa vit tað aftur einaferð, so er tað í lagið, sigur Heidi Elgeirsdóttir Olsen, forkvinna í næmingarráðnum í Hoydølum

- Næmingaráðið heldur ikki, at 300 krónur er so nógv, og um tað kann hjálpa á eldraøkinum til dømis, so kunnu vit liva við skerjingunum hjá teimum, sum eru yvir 18 ár og búgva heima, sigur Heidi Elgeirsdóttir Olsen, forkvinna í næmingarráðnum í Hoydølum.

Hon leggur afturat, at tey sum búgva úti, ikki mugu skerjast, og skurðurin skal ikki vera størri enn 300 krónur.

Lógaruppskotið, ið fer til fyrstu viðgerð í morgin snýr seg í høvuðsheitum um at spara einar tríggjar milliónir um árið í studningi, og hesum kunnu næmingarnir eftir øllum at døma liva við, men meiri skerjingum kunnu tey ikki liva við.

- Tey flestu hava eitt arbeiði við síðurnar av, men verður studningurin skorðin meira, so kann tað merkja, at vit ikki kunnu røkja skúlan á fullgóðan hátt, sigur Heidi Elgeirsdóttir Olsen.


Pengar í rætt stað

Hinvegin vilja næmingarnir í Hoydølum hava greitt at vita, hvar peningurin fer.

- Vit vilja hava at vita, hvar peningurin, vit fáa minni fer. Fer tað til eldraøkið ella okkurt, sum longu er skert, so er í lagið, men tað er ikki rætt, at peningurin, ið hevur verið okkara, bara fer onkustaðni, sigur Heidi Elgeirsdóttir Olsen.


Gera tað ikki ógjørligt

Helena Dam á Neystabø, er somuleiðis sannførd um, at hesar nýggju fíggjarligu umstøður ikki fara at gera tað ógjørligt hjá lesandi yvir 18 ár, sum búgva heima at lesa.

- Vit gera tað ikki hopileyst hjá hesum lesandi. Skipanin hjá okkum er betri enn skipanirnar í øllum hinum Norðurlondunum. Sjálvandi kundu vit hugsað okkum, at tað ikki varð neyðugt at spara nakrastaðni, men vit eru í einari akuttari støðu, sum krevur akuttar loysnir, og hesin studingurin vísti seg at vera økið, har tað skaðar minst, at vit gera nakrar skerjingar.


Hjálpa øðrum lesandi

Til spurningin hjá Heidi Elgeirsdóttir Olsen, næmingaráðsforkvinnu, um hvar peningurin fer, er Helena Dam á Neystabø avgjørd.

- Tað ber til at siga, at peningurin fer til at loyva fleiri lesandi framat, at geva summum møguleika at halda fram á Fróðskaparsetrinum og at gera próvtøkutilfarð, sum skal tryggja, at okkara útbúgvingar verða góðkendar úti í heimi, sigur landsstýriskvinnan.


Góðan dialog

Helena Dam á Neystabø greiðir somuleiðis frá, at tey hava havt ein góðan dialog við tey lesandi, sum eisini hevur havt við sær, at tey, sum ikki búgva heima ikki verða skerd, umframt at Mentamálaráðið nú arbeiðir við fleiri hugskotum, so sum at fáa botnfrádráttin til lesandi hækkaðan, so tey fáa betri møguleikar at vinna pening sjálvi.

- Eg skal eisini staðfesta, at vit ikki eru farin í gongd við eina miðvísa skerjing av studninginum hjá teimum lesandi. Hetta er nakað, vit hava verið noydd til, men meiningin er, at tey lesandi í Føroyum skulu hava so góðar umstøður sum gjørligt, sigur landsstýriskvinnan.