Søga er skrivað í føroyskari skúlasøgu.
Leygardagin var fyrsta skeiðið á nýggja ítróttaháskúlanum liðugt. Skúlin er staðsettur í Suðuroynni og byrjaði í august.
Fríggjakvøldið skipaðu næmingar fyri kvødsetu, og høvdu opið hús í Stóra Pakkhúsi í Vági. Á henda hátt ynsktu næmingarnir at takka fyri gestablíðni og ta móttøku, ið tey sum næmingar, og harvið ein sjónligur partur av býarmyndini í Vági, hava kent hesa tíðina.
Næmingar høvdu bakað, og umframt at næmingar lósu upp yrkingar, sang Hanus G. Johansen løg,sum hann hevur sett til yrkingar eftir Poul F. Joensen. Fríggjadagin seinapart sang Hanus fyri næmingunum, og greiddi frá Poul F og hansara lívi og skaldskapi. Harvið var síðsti tímin í føroyskum á heystskeiðnum av.
Leygardagin var hátíðarløta, har næmingarnir fingu prógv. Guðmundur Joensen, háskúlaleiðari, helt røðu, eins og umboð fyri næmingarnar, og síðani handaðu Guðmundur Joensen og Petur Gotfredsson prógvini.
17 næmingar hava gingið á heystskeiðnum á Ítróttaháskúlanum.
Várskeiðið á Ítróttaháskúlanum byrjar mánadagin 16. januar 2017.