59 næmingar úr elstu flokkunum í Kommunuskúlanum fara at syngja við á konsertini ?The Wall? í Norðurlandahúsinum 20. og 21. februar
4. februar byrja næmingarnir at venja í Kommunuskúlaauluni og fyrsta ljóðroyndin verður 18. februar í Høllini í Norðurlandahúsinum, veit heimasíðan hjá Tórshavnar Kommunu at siga
Næmingarnir, 43 gentur og 16 dreingir, eru úr flokkunum 7b, 8a, 8b, 8c og 10 floks næmingar á tónleikabreyt. Ingun Hentze, lærari í kommunuskúlanum, stjórnar kórinum, sum fer at syngja ?Another Brick in the Wall (part II)?.
Bernharður Wilkinson stjórnar Føroya Symfoniorkesturi og íslendski rokkbólkurin Dúndurfréttir (Breaking News) fer at spæla tónleikin, um Pink Floyd gjørdi fyri 30 árum síðani.
Tað eru tey bæði Urd Johannessen og Birgir Kruse sum samskipa verkætlanina fyri ávikavist Norðurlandahúsið og 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu.
Tríggjar konsertir verða í Norðurlandahúsinum.