Næmingarnir í 10. flokki í Vestmennina Skúla fara í dag og komandi dagarnar at royna seg sum cáfeeigarar. Miðhøllin í Vestmanna Skúla er karmur um tiltakið. Caféin hevur fingið navnið ?Café 2000?, og hon læt upp í dag kl.14, har tey selja kaffi, kakao, bollar, ís, bomm, sjokolátu o.a. Onkur serstøk tiltøk verða eisini við m.a biografi, óvæntaða gestinum, SingStar-kapping og Gæt & Grimasser kapping.
Opið verður soleiðis: Í dag frá kl. 14-18, mánakvøldið frá kl. 17- 21 og týskvøldið frá kl. 17-21.