Tá ið næmingarnar á miðnámsskúlunum, skulu til próvtøku í summar, skulu teir ikki upp í líka nógvum próvtøkum, sum vanligt. Tað hevur Løgtingið nú samtykt, og sostatt ganga tey kravinum frá næmingunum á møti.
Nú korona hevur ávirkað undirvísingina síðani í mars í fjør, hava næmingarnir á miðnámsskúlunum mótmælt, at teir skulu upp í líka nógvum fakum, sum vanligt. Teir vísa á, at í Danmark hevur korona eisini rakt undirvísingina, og av tí sama skulu næmingarnir har upp í nógv færri fakum enn vanligt. Afturfyri verður árskarakterurin so gjørdur til próvtøkukarakter.
Og tað setir næmingar í Føroyum í eina verri støðu enn danskir næmingar, tá ið søkjast skal inn á hægri lestur, tí sum heild eru árskarakterirnir hægri enn próvtøkukarakterirnir.
Og nú hevur Løgtingið samtykt at ganga teimum á møti. Jenis av Rana, landsstýrismaðurin í mentamálum, sigur, at næmingarnir vildu sleppa undan munnligum próvtøkum, men hann heldur ikki, at tað er tað rætta. Hann sigur, at tað vísir seg nevniliga, at í munnligum próvtøkum er lítil munur á árskarakterunum og próvtøkukarakterunum, so hann heldur, at tað er lítið vunnið við at strika nakrar munnligar próvtøkur.
Men ístaðin hevur hann tikið støðu til, at næmingarnir skulu sleppa undan tveimum skrivligum próvtøkum. Hann sigur, at sum heild er rættiliga stórur munur á, at í skrivligum próvtøkum, er próvtøkukarakterurin rættiliga væl lægri enn árskarakterurin er.
Tí hevur hann gjørt av at strika tvær skrivligar próvtøkur – og tað verða tær báðar fyrstu skrivligu próvtøkurnar, tí so fáa næmingarnir betru umstøður at fyrireika seg til hinar próvtøkurnar, heldur hann.
Jenis av Rana segði, at tað er hann sjálvur, sum hevur tikið avgerð um, at tað akkurát eru tvær próvtøkur, sum vóru strikaðar. Orsøkin til, at hann tók avgerðina sjálvur, var, at hann hevði einki greitt tilmæli at taka støðu til. Onkur skúli vildi nevniliga hava hann at at strika fleiri próvtøkur, men onnur hildu, at tað var ikki neyðugtat strika nakra próvtøku yvirhøvur.