Hesar seinastu dagarnar uppundir jóla hava næmingar í valskúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík skipað fyri jólahaldi við sjónleiki og øðrum framførslum.
Assa Færø, sum er ein av flokslærarunum í valskúlanum, greiðir frá, at á leið 18 næmingar hava verið við til at skriva og framført leikin, og restina av næmingunum hava luttikið og skipað fyri restina av jólahaldinum, sum varð víst fyri øllum fløkkunum á Skúlatrøð.
– Vit hava havt góða og driftigar eldsálir,sum hava arbeitt við leikinum í nakrar vikur fyri jól og sum síðani hava skrivað og framført leikin. Síðani hevur sjónleikarin Eyð Matras hjálpt næmingunum við at fínpussa leikin, sigur hon.
Flokslærarin greiðir frá, at tað áhugaverda í leikinum er, at søgan er viðkomandi og fangandi fyri næmingar í dag. Hon snýr seg ikki um jólamenn og vættrar, sum ein jólaleikur ofta ger, men søgan snýr seg um ein skúlaflokk, ið fyrireikar seg til talentshow. Allur flokkurin skal luttaka, og øll vilja tey vinna. Ein genta hevur vunnið seinastu fimm árini, men síðani verður avdúkað, at skúlastjórin hevur tikið ímóti mutri frá mammu gentuna, ið hevur vunnið seinastu fimm árini. Veruligi vinnarin gjørdist ein onnur genta, sum hevði upplivað nógva happing í skúlanum, og tað tað verður avdúkað eru øll tikin av bóli. Vinnarin vil ikki vinna, tá hon finnur útav, at skúlastjórin hevur tikið ímóti mutri, og gentan, ið hevur verið offur fyri happing og gentan, ið hevði vunnið seinastu árini gerast vinkonur.
Myndirnar hevur Eyðbjørn Jacobsen tikið