Næmingar á Skúlatrøð vunnu SkúlaFM

Tað vóru næmingar á Skúlatrøð í Klaksvík, sum vunnu SkúlaFM 2020, ið hevur verið í Spinnarínum í Klaksvík í dag. Teir gjørdu eina roynd at nýtulka klassiska føroyska smakkin av tara

Næmingarnir, sum stóðu aftanfyri verkætlanina Trekk, fara at kappast víðari í Danmark í kappingini NextLevel, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Sjey bólkar tóku lut í SkúlaFM, og vóru teir hesir: Tvøroyar skúli, Skúlatrøð, skúlin á Fløtum, skúlin við Løkin, E Nám, skúlin við Løgmannabreyt og skúlin á Giljanesi. 

Sera nógv fólk vóru komin til SkúlaFM, sum í ár var í Spinnarínum í Klaksvík. Millum gestirnar var eisini Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum millum annað rósti næmingunum fyri at hava dirvið til at bróta upp úr nýggjum og at hugskotsmenna vørur, sum við teirra íkasti fáa eina nýggja dimensjón. 

Sum vinnarar fingu næmingarnir á Skúlatrøð 5.000 krónur frá Betri og 5.000 krónur frá Føroya Tele. Tað skal nýtast sum partur av fíggingini til ferðina til NextLevel.