STARVSVENJING
Birita Poulsen
Fyrst standi eg her og tosi við Andrass Thomsen. Hann er í starvsvenjing hjá Fótbóltssambandi Føroya. Í løtuni situr hann við telduna og leitar á internetinum. Tað sær bara ikki alt for spennandi út, men honum dámar tað væl og heldur tað vera sera spennandi.
Men hann er ikki bara á netinum og leitar, meðan hann er her. Hann svarar eisini upp á fanbrøv, tað vil siga, at tað eru t. d. fólk frá útlandinum, sum spyrja, um tey kunnu fáa atgongumerkir til onkran fótbóltsdyst og annað tílíkt, so skal hann svara aftur og siga frá, um tað er møguligt. So skrivar hann eisini dómaraseðlar.
Andrass er sera áhugaður í fótbólti, og tí er tað, at hann valdi sær at fara á Fótbóltsamband Føroya, og honum hevði væl kunna tonkt sær at arbeitt á Fótbóltssambandi Føroya.
Síðani fór eg oman á Advokatfelagið við Strond 4. Har er tað at Durita Sørensen er farin í starvsvenjing. Tá eg kom inn gjøgnum hurðina, sat hon í móttøkuni og arkiveraði ymiskt fyrifallandi.
Hon sleppur bert at gera sovorðin smáting, sum pakka post og at arkivera. Men tað er eisini sjálvsagt, at tað ikki er so nógv hon kann gera. Hon hevur jú onga útbúgving, og tað noyðist ein á einum tílíkum arbeiðsplássi. Men henni dámar kortini væl at vera her. Hon valdi sær at fara her, tí hon hevði væl kunna hugsað sær at prøva at vita, hvussu tað er at arbeiða á einari advokatskrivsstovu. Og Durita er avgjørd á málinum, tá hon sigur, at her hevði hon væl kunna hugsað sær at arbeitt.
Tróndur Kragesteen er næsti næmingur, ið eg eri og tosi við. Hann er á Jarðfrøðisavninum í starvsvenjing. Hann stendur og hyggur at einum korti, sum vit síggja á myndini. Tað, sum hann arbeiðir við á Jarnfrøðisavninum er at gera ymiskar uppgávur fyri starvsfólkið, sum t. d. at lesa av seismikklinjur, fyri at vita um tað er nøkur olja í undirgrundini hjá okkum her í Føroyum.
Men um tað er nøkur olja at finna, vil hann ikki úttala seg um. Honum dámar væl at vera her og hevur hugsað um kanska at fara at lesa jarðfrøði. Men hann er ikki rættuliga vísur í tí enn, um tað er tað rætta fyri hann.
Hetta er so Mortan H. Jespersen. Hann er á Teldutænastuni í starvsvenjing. At installera sær út til at vera nakað, ið hann dugir væl at gera. Tað er ikki ein og hvør, ið kann tað. Men tað er ikki tað einasta, ið hann ger, at skrúva teldur saman skal hann eisini, og so er hann eisini við starvsfólkinum og koyrir út til kundarnar við teldum. Teldur er eitt av teimum fáu áhugamálum, ið Mortan hevur, og tí valdi hann sær at fara á teldutænastuna. Honum dámar so mikið væl at vera her, at hann hevði væl kunna tonkt sær at arbeitt her.
Tann síðsta, sum eg havi tosað við í dag, er Durita Mohr. Hon er á Mjólkarvirkinum í starvsvenjing. Her hevur hon nógv at gera, og tað er ógvuliga tungt. Hon pakkar mjólk, róma, AB mjólk og annað líknandi. So koyrir hon eisini frugtsaft í joghurtið.
Durita valdi at fara á Mjólkarvirkið í starvsvenjing, tí at tað virkaði nokkso áhugavert. Henni dámar væl at vera her, men tað er bara alt ov stravið, so hon hevði ikki kunna funnið upp á at farið og arbeitt her.