Næmingar og lærarar skulu vera viðleikarar

- Skúlin stendur fyri nógvum broytingum, og uppgávan verður at fáa næmingarnar at vera við til at mynda skúlan, og annars at fáa nýggju fólkaskúlalógina at virka, sigur Marjun Holm, skúlastjóri í Argja Skúla, sum fyllir 50 ár í dag.

- Uppgávan hjá skúlanum í dag er at fáa nýggju fólkaskúlalógina at virka. Vit mugu royna at fáa næmingarnar at arbeiða meira saman, og í størri mun vera virknar og við til at mynda undirvísingina og skúlan í síni heild. Tað heldur Marjun Holm, sum seinasta árið hevur verið skúlastjóri í Argja Skúla.
Hon kom úr einum starvi í Kommunuskúlanum, og árið á Argjum hevur verið merkt av teimum hølistrupulleikum, sum Argja Skúli er í. Fyrst var talan um at byggja uppí skúlan, og síðan var frammi, at skúlin møguliga skuldi fáa hølini hjá Postverkinum á Argjum. Men skúlin livir enn í óvissuni.
- Næmingatalið veksur og í dag ganga 365 næmingar í skúlanum, og vit royna at klára okkum sum frægast, eitt nú við at nýta serstovur til vanlig flokshøli. Men tað er trongligt, staðfestir Marjun Holm.
Skúlastjórin á Argjum heldur, at ein avbjóðing hjá skúlanum, nú hann fer um tey hálvthundrað, er í størri mun at venda eyguni móti miðdeildini í skúlanum, tvs. teimum sum ganga í 4.- 7.flokki.
Tey seinastu árini hevur skúlin í størri mun roynt at bøta um innskúlingina, tey sum ganga í 1. ? 3.fl. Og síðan hugsa vit um at fyrireika tey, sum eru á veg út úr fólkaskúlanum, til at fara víðani út í samfelagið. Men vit eiga at hava í huga, at næmingarnir í 4.- 7.flokki eru í einum aldri, har tey eru før fyri at ogna sær nógvan lærdóm og enn eru sera forvitin eftir at læra .Okkara stóra uppgáva verður at halda lív í
hesum forvitni og ágrýtni, uttan at tað av somu orsøk skal ganga út yvir aðrar næmingar, sigur Marjun Holm.

Skúlin broytist skjótt
Marjun Holm vísir á, at broytingarnar, bæði í samfelagnum sum heild, og innan skúlagátt, henda sera skjótt, og tí er tað ein stór uppgáva hjá skúlanum at royna at fylgja við. Hon leggur afturat, at broytingarnar seta krøv til skúlan, bæði næmingar og lærarar, sum í dag eru meira at líkna sum viðleikarar. Og henda gongd fer at halda fram, metir Marjun Holm.
- Skúlin broytist nógv skjótari í dag enn t.d. fyri 50 árum síðan, tá Argja Skúli varð settur á stovn. Undirvísingarháttirnir, sum nýttir verða innan skúlagátt, broytast,og uppgávan og leikluturin hjá skúlanum í samfelagnum broytist eisini. Ein uppgáva er somuleiðis at læra næmingarnar at umstilla seg, so teir eru til reiðar til at taka við so fjølbroyttum uppgávum sum gjørligt, sigur Marjun Holm.
Hóast arbeiðið og menningin er spennandi, so saknar skúlastjórin eitt orðaskifti um, hvat »móttakarin«, tað er samfelagið, vil hava burturúr skúlanum.

Skúlin veksur
Í dag ganga 365 næmingar í Argja Skúla, og har starvast 32 lærarar. Marjun Holm metir, at skúlin hevur eina góða stødd í dag.
- Vit hava ein góðan skúla við eini góðari stødd. Av tí at skúlin er so stórur, sum hann er, gevur tað okkum nakrar møguleikar afturat, sammett við ein lítlan skúla. Men samtíðis er okkara skúli ikki so stórur, at vit missa tað persónliga sambandið við hvønn einstakan næming. Sum skúlastjóri ber tú kenslu á øll andlitini í skúlagarðinum, sigur Marjun Holm.
Næmingatalið í Argja Skúla er vaksandi, og skúlastjórin ímyndar sær, at skúlin fer at vaksa nógv, komandi árini. Men verandi karmar eru troyttir, og tí má okkurt henda, skal Argja Skúli vaksa enn meira í framtíðini, staðfestir Marjun Holm.