Næmingar mótmæla burturvísingini

Næmingarráðsformaðurin í Hoydølum væntar okkurt slag av mótmæli í samband við burturvísingina av næminginum, sum parkeraði ólógliga við skúlan. - Tað er neyvan nakar ivi um, at studentarnir í Hoydølum fara at mótmæla. Um tað verður ein mótmælisgonga ella annað stórt mótmælistiltak, kann eg ikki svara nú.

 

Tað sigur Árni Egholm, formaður í næmingarráðnum í Hoydølum við Rás 2.

Næmingarráðið fer í morgin fer at viðgera málið um næmingin, sum er burturvístur fyri í tveimum førum at hava parkerað ólógliga á skúlans øki.

 

Parkeringsreglarnar í Hoydølum eru annars greiðar.

 

Einans næmingar við skrivligum loyvi kunnu parkera á skúlans øki, og at brot á parkeringsreglarnar førir fyrstu ferð til skrivliga ávaring, og í øðrum lagi burturvísing.

 

Og reint løgfrøðiliga er burturvísing í lagi.

 

Tað staðfestir studentaskúlakunngerðin, sum sigur greitt, at næmingar skulu fylgja skilhaldsreglum skúlans, og at um ein næmingur groft brýtur reglarnar, kann rektarin burturvísa næmingin úr skúlanum.

 

Tað viðurkennir næmingarráðsformaðurin eisini.

 

- Parkeringsreglarnar eru ? sum rektarin eisini hevur sagt fleiri ferðir ? fyri trygdina í skúlanum. Tær skulu tryggja, at sløkkiliðsbilar og annað tílíkt sleppa til skúlan, um t.d. eldur kemur í. So strangari parkeringsreglur eru í lagi; men eg meti ikki, at burturvísing er rætta stigið, sigur Árni Egholm, sum heldur, at ein stór bót hevði verið ein sømuligari revsing.