Klaksvík: Tá Næraberg kemur til Klaksvíkar hósdagin, er ætlanin, at 45 skúlanæmingar úr Ósáskúlanum skulu verða við til at landa skipið.
Veiðan hjá Næraberg verður løgd upp hjá Northern Fish Cold Storage í Klaksvík, og tað er umráðandi fyri reiðaríið, at skipið verður landað sum skjótast, so tað kann sleppa aftur til fiskiskap.
Tí hevur samband verið millum Ósáskúlan og reiðaríið um at fáa skúlanæmingar at veita eina hjálpandi hond. Stundum stendur á at fáa nóg mikið av fólkið, um arbeiðast skal í fleiri vaktum.
Syrgja fyri vaktunum
Stjórin í Ósáskúlanum hevur játtað, at eini 45 næmingar í 9. flokki sleppa til arbeiðis.
? Eg rokni við, at næmingarnir kunnu læra nógv hesar dagarnar. Hetta er eitt áhugavert samstarv, sum sjálvandi ikki skal misbrúkast, sigur Símun Petur Hjelm, stjóri í skúlanum við Ósánna.
Næmingarnir ? bæði gentur og dreingir ? dáma væl tiltakið, og tær broytingarnar, sum skulu gerast í vaktunum, skulu næmingarnir sjálvir syrgja fyri.
Í ES-sjógvi
Næraberg hevur millum 700 og 800 tons av surimi og knapt 300 tons av mjøli, og ætlanin er at hetta skal fáa í land sum skjótast.
Næraberg hevur fiskað í ES-sjógvi suðuri ímóti Írlandi.
Ætlanin er, at Næraberg skal fara aftur til fiskiskap leygarkvøldið.










