Næmingar í donsku fólkaskúlunum koma framvegis at hava sínar royndir sum
vant í fleiri lærugreinum. Men lærararnir, - teir sleppa undan slíkum
royndum, sum kunnu vísa, um teirra fakliga støði er nóg høgt.
Hetta ynskja næmingarnir nú at broyta, so at lærarar teirra eisini skulu upp
til royndir fyri at hækka fakligheitina.
Tað heldur í øllum førum formaðurin í felagsskapinum Danske Skoleelever.
Við Jyllandsposten sunnudagin segði Alexander Petersen, at tað er eitt gott
hugskot at nýta sama máta mótvegis lærarunum, sum teir nýta mótvegis
næmingunum.
-Teir flestu lærararnir eru væl fyri fakliga, men alt ov fáir av teimum
vánaligu lærarunum verða koyrdir úr starvi, heldur hann.
Formaðurin í næmingafelagnum stuðlar við hesum eisini einum uppskoti frá
ungmannafelagnum hjá danska Vinstraflokkinum. Tað ynskir nevniliga at innføra eina nýggja skipan við royndum sum í dag verður brúkt í USA.
-Tess betri lærararnir eru, tess betri frálæru fáa næmingarnir, sigur
VU-formaðurin, Karsten Lauritsen. Hansara ynski er at lærarar skulu til
roynd í pædagogiskum og fakligum evnum.
Henda amerikanska royndin varð sett í gildi av fyrrverandi amerikanska
forsetanum, Bill Clinton, tá hann var guvernørur í Arkansas í 1984.