Næmingar heiðraðir fyri handilshugskot

Fimm næmingar úr Glasi vunnu serprís fyri tøð úr fiskaskarnið.

Tøð vunnið úr fiskaskarnið, tað er eitt bæði innovativt, umhvørvisvinarligt og eitt gott handilshugskot. Av hesum orsøkum vunnu fimm næmingar úr Glasi, Marknagil, seint mikukvøldið ein serprís og eitt 1. Pláss í teirra breyt “Business and Service” til DM í Entreprenørskapi 2016.


Teir fimm næmingarnir handan hugskotinum Green Growth fingu harða kapping til tað síðsta, tá tey kappaðust móti 46 øðrum bólkum til DM í Entreprenørskapi – Company Programme (Ungt Virki). Í bólkinum eru Anfinn Joensen, Petur Bláberg, Andrea Heinesen, Conny Thomassen og Brandur Arnoarson.


Green Growth vann Tønder Miljø- og Energifonds Íverksetanarprís uppá 10.000 kr og harumframt vunnu tey fyri breytina “Business and Service.”


Green Growth greiddi frá um sína luttøku og góða úrslit til DM á Glasir, Marknagil í døgverða steðginum í dag. Somuleiðis takkaði bólkurin sínum lærarum, Janus Norðberg og Súsan Klein Gregoriussen, fyri teirra undirvísing og stóru hjálp. Uttan tey var hetta avrikið ikki møguligt, legði Conny Thomassen afturat.


Steinbjørn Hardlai, skúlastjóri var somuleiðis errin av, at næmingar á skúlanum høvdu klárað seg so væl til DM í entreprenørskapi. Bólkurin fekk handað gávukort til Hvonn í hesum sambandi.