Fyrrapartin var móttøka fyri næmingunum á Tekniska skúla í Klaksvík, sum hava vunnið stóra norðurlendska filmskapping. Lagið var gott á Tekniska skúla í Klaksvík í morgun, tá ið skúlin hevði móttøku fyri næmingunum á HT deildini, sum vunnu filmskappingina Reclimate.
Næmingar, lærarar, borgarstjórin í Klaksvík og onnur vóru til móttøkuna, og ein errin leiðari av HT deildini, Hanna Ziskason, ynskti næmingunum tillukku við stóra úrslitinum. Eisini Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, ynskti næmingunum og skúlanum tillukku.
Høvuðsvinningurin í kappingini var 2000 evrur.