Mikudagin klokkan 21 verður musikskúlakomsert í Listasavninum á Sandi.
Tað eru framkomnir næmingar úr Sandoyar musikkskúla, sum fara at spæla
klaver, gittar, violin, floytu og kamartónleik.
- Eingin ivi er í, at mest hjartanemandi og viðkomandi framførslan, ið hugsast kann, er, tá ið solisturin er púra einsamallur á palli og einki annað lið er ímillum tónleikaran og áhoyraran, siga teyí Listasavninum á Sandi.
- Tað eru eingi tól at krógva seg aftanfyri, einki hóvasták, bara ein ið situr ella stendur framman fyri lurtaranum og spælir, leggja tey afturat.
Næmingarnir, ið spæla, hava vant á teirra ljóðføri í mong ár og onkur teirra nemur sær nú meiri kunnleika á Musikkskúla Miðnámi í Tórshavn.