Næmingar hava konsert í Løkshøll

TÍ næstu viku fara næmingar í Nes Sóknar Musikkskúla at hava tríggjar konsertir.

Konsertirnar, sum eru bæði almennar og ókeypis, verða í Løkshøll í Runavík og tær verða týskvøldið 29. mai og mikukvøldið 30. mai.

Týskvøldið verða tvær konsertir. Tann fyrra er klokkan 18, har næmingarnir hjá Bjarka Meitil, Jeffri Jørgensen og Nikolaos Kapnas spæla.

Á seinnu konsertini, sum er klokkan 19 spæla næmingarnir hjá Ann-Kristin D. Hansen, Odduri Hentze, Moniku S. Joensen og Tóra R. Jacobsen.

Mikukvøldið klokkan 19 verður aftur konsert í Løkshøll.

Tá spæla næmingarnir hjá Kenneth Jones, Herluf Lutzen og Heðini Kambsdal.