Løgtingið: Tað valdar friður inni í tingsalinum fyrrapartin í dag. Øll tey 32 ungu tingfólkini sita og lurta við áhuga.
Á áhoyraraplássunum er fullsett av ungum fólki við áhuga fyri málunum sum eru til viðgerðar.
Hesa løtuna er eitt uppskot til viðgerðar um styttri skúladag. Eftir uppskotinum skal hann byrja kl. 9 og enda kl. 13.
Samstundis við hetta verður skotið upp, at lærararnir verða lærdir betur, soleiðis at næmingarnir kunnu fáa meira burtur úr tímunum.
Uppskotið varð lagt fram í gjár, og var so til 2. viðgerð í dag, eftir at mentanarnevndin hevur havt málið til viðgerðar.
Lítil ivi er um, at uppskotið vinnur ikki frama, tí ein samd mentanarnevnd tekur ikki undir við tí.
Nóg nógvir tímar
Tað er Rannvá Jarnskor sum fyrst biðjur um orðið.
Hon sigur við fáum orðum greitt frá síni hugsan tað var kanska nakað av tí, sum onnur tingfólk kundu lært av!
Eg taki ikki undir við uppskotinum. Eg haldi, at tímatalið er nóg gott sum er, sigur hon.
Hon setur seg niður aftur, og løtu seinni er næsta kvinnan á tingsins røðarapalli Mathilda Follend.
Og Mathilda er samd við uppskotsstillaranum:
Eg taki undir við hesum uppskotinum. Eg haldi ikki at tað er rætt at fara í skúla kl.8.
Tað hevði verið munandi betri at farið í skúla ein hálvan tíma seinni tað vil siga kl. 8:30. Ein er ofta so illa fyri og móð í tímunum so tíðliga, sigur Mathilda.
Hennara tilmæli er tí at tey ungu fáa ein hálvan tíma meiri at sova í um morgunin.
So fáa skúlarnir fleiri frískar næmingar, sigur hon.
Fall
Longu meðan Mathilda er á røðarapallinum, hevur næsti talarin biðið um orðið.
Eg haldi so avgjørt ikki at ein hálvur tími hevði gjørt nakran mun.
Ein hálvur tími ger hvørki til ella frá, sigur Karina Joensen, sum ikki tekur undir við uppskotinum.
Hon fær eisini stuðul frá Høgna Djurhuus, sum kemur inn á ein heilt annan vinkul í hesum máli.
Eg haldi, at hvør einstakur næmingur hevur ábyrgd fyri at fáa nóg nógva hvíld, sigur hann.
Tingformaðurin, Edmund Joensen boðar nú frá, at eingin annar hevur biðið um orðið. Málið um minni skúlagongd skal til atkvøðugreiðslu.
Atkvøðugreiðslan vísir, at tey ungu tingfólkini ikki eru samd í hesum máli: Sjey teirra atkvøða ja, 20 nei og trý atkvøða blankt.
So frameftir mugu næmingarnir møta sum vanligt í skúlunum kl. 8 á morgni.