Næmingar á Glasi fáa pengarnar aftur

Jenis av Rana hevur lovað næmingunum á Glasi, sum avlýstu námsferðina til Paris mars, pengarnar aftur. Tað lyftið fer at hann halda, sigur hann

Tað var tann 6. mars, at 246 næmingar av Glasi skuldu námsferð til París – har nakrir teirra skuldu víðari úr París. Men kvøldið fyri varð ferðin avlýst. Ein flokkur við 18 næmingum var tó farin avstað dagin fyri.

Í ferðalagnum vóru 246 næmingar og 25 lærarar.

Næmingarnir høvdu goldið fyri ferðina, ið hjá summum kostaði upp í 7.000 krónur.

Tá lovaði Jenis av Rana, landsstýrismaður, at tey skuldu fáa pengarnar aftur. Og tað lyftið fer at halda.

– Ja, tey skulu hava pengarnar aftur. Og tey eiga takk fyri, at tey vildu offra hasa ferðina fyri okkum, sigur Jenis av Rana.

Hann vísir á, at talan eftir øllum at døma verður um partvíst endurgjald frá tryggingum og øðrum skipanum.

– Tað eru tey í ferð við at kanna. Men eg lovi tað, at tey fáa pengarnar aftur. Alt kemur neyvan frá tryggingum, men restian fáa tey, um eg so skal í Løgtingið við eini eykajattan fyri at finna pengarnar, sigur Jenis av Rana.

Í tí flokkinum sum fór avstað, vóru sum nenvt 18 næmingar. Fleiri teirra vórðu smittaðir við koronu á ferðini og komu heimaftur við smittuni.