Í døgunum 14. mars til 23. mars sýnir breytin fram sangleikin Tarzan í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Sangleikurin er fyri øll – bæði stór og smá. Leikurin er bygdur á Disneyteknifilmin frá 1999.
– TARZAN hevur alt tað, ein stórur og góður leikur skal hava: Góðan tónleik, sang, sjónleik og dans, og eru tað næmingarnir sjálvir, ið standa fyri øllum – eisini tekniska partinum, siga fyriskipararnir.
Heimskendi Phil Collins framleiddi tónleikin, og serliga munnu mong kennast við sera vakra sangin, You’ll Be In My Heart.
Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava sangleikin undir hond. Umleið 40 næmingar í 10. flokki ganga á Sangleikabreytini í ár. Teir eru úr Fuglafjarðar skúla, Stranda skúla og Skúlanum við Streymin.
Fyrsta almenna sýningin var mikukvøldið 14.mars. Eisini verður skipað fyri skúlasýningum frá 15. mars.