Týskvøldið klokkan 19 verður næmingakonsert í samkomuhøllini í Vágs Skúla. Næmingar í Musikkskúlanum fara á pall.
Skúlaorkestrið í Vági spælir Beatles-løg og annað og næmingar av Tvøroyri luttaka eisini. Eisini er næmingabólkurin Suðurættin við.
Ulf Nordlund er leiðari av skúlaorkestirnum í Vági og er rættiligt lív komið í tónleikalívið millum næmingar. Arbeitt verður við ymsum ætlanum um uttanlandsferð. Konsertin í týskvøldið vísir tilfarið, sum næmingarnir hava arbeitt við seinastu mánaðirnar, serliga beint fyri og eftir jólafrítíðina.