Ì dag klokkan 17 verður konsert í Posthúskjallaranum, har næmingar á musikkskúlaMiðnám fara at spæla Tað er Tórshavnar Musikkskúli, sum skipar fyri og konsertin er fingin í lag í samband við at danski klaverleikarin Rune Thorsteinsson hevur undirvíst næmingunum í STOMP, sum er tónleikur og kroppsrørsla.
Næmingarnir fara at vísa fram tað, teir hava fingið burturúr verkskeiðum við Rune Thorsteinsson.
Miðnámskórið undir leiðslu av Sunleif Rasmussen fer at syngja svenskar sangir umframt sangir hjá Jean Sibelius og Mozart. Eisini fara nakrir av næmingunum at framføra í minni bólkum. Konsertin er ókeypis.









