Hóast veðrið hevur verið ivasamt seinastu dagarnar, so hava skáar verið, og í Vági hevur verið arbeitt við at koma so mikið langt við næmingaheiminum til Ítróttaháskúlan, at bygningurin í dag varð reistur.
Merkini veitraðu, og vindur vantaði ikki, so fløggini veitraðu óført.
Bústaðir letur næmingaheimið byggja, og byggifyritøkan Norcon byggir næmingaheimið.
Spakin varð settur í apríl í fjør, og síðani varð økið planerað og farið varð undir at byggja í august. 24 kømur eru í bygninginum. Harumframt verður eisini stórur matarsalur, arbeiðsrúm til næmingar, uppihaldsrúm, skrivstova, køkur og annað.
Ætlanin er, at næmingaheimi skal standa liðugt seint komandi summar.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
Myndir: H.M. & D.O.