Næmingaheim farið av knóranum

Næmingarheimið, sum bygt varð í 80-árunum í Børkugøtu 2 í Havn, er illa farið av misrøkt. Eingin býr har longur, og nú fer ogin á tvingsilssølu

Í 1985 fluttu 12 studentaskúla- og HF-næmingar inn í nýggja kollegiið Børkugøta 2 Undir Brúnni í Havn, og síðan hava nógv onnur lesandi búð har.
Men seinastu árini er húsið bara farið, tí einki viðlíkahald hevur verið. Heimið hevur ongan góðan havt, og tað sæst m.a. við, at sligið er upp fyri, har rútur er brotnaður.
Av tí at heimið ikki hevur verið fullsett, hava inntøkurnar hjá sjálvsognarstovninum verið smáar.
Í vár búði bara eitt fólk í húsinum, men tá var húsið so stongt.
Landsverk gjørdi eina støðulýst av húsinum og metti, at tað krevur stórar ábøtur.
Roynt varð at fáa onkran at yvirtaka ognina, men tað miseydnaðist, og tá ið sjálvsognarstovnurin Bústaður Føroyinga í Útbúgving ikki megnaði at halda sínar fíggjarligu skyldur, var mett, at frægast var bara at lata ognina fara.
Stýrið fyri stovnin eigur at hava fimm limir, men av tí at ikki ber til at velja umboð fyri búfólkini, er einki gjørt við at velja fleiri fólk í stýri. Una Joensen í Mentamálaráðnum er einsamøll í stýrinumm.
Hon sigur, at 25. august var fyrireikandi fundur til tvingsilssølu av ognini. Ikki er ásett enn, nær tvingilssølan verður. Tað næsta verður, at húsið verður selt.