Nú miðjar Flemming eftir gullinum

ÍF venjarin er errin av avrikunum, sum hansara menn hava víst, men hann roknar við torførum endaspurti, nú nógv stendur upp á spæl hjá bæði B68 og ÍF

– Vit høvdu fýra skot í byrsuni, og nú eru trý eftir. Sunnudagin fáa vit aftur ein møguleika ímóti ÍF.
Tað var jarðbundna niðurstøðan hjá Bill Jacobsen, eftir at B68, sum hann nú aftur hevur ábyrgdina av, sunnudagin hevði lagt rygg til 4-0 tap i Gundadali ímóti HB.
– Í 1. hálvleiki sá tað ikki so galið út, men síðstu 40 minuttirnar skor­aðu teir fýra ferðir, og teir kundu havt fingið fleiri mál. Í kvøld hava vit fjórðu venjingina í hesi vikuni, og tað gongur ikki minst út upp á at fáa spælararnar at hava álit á sær sjálvum og trúgva uppá, at tað kann bera til, sigur B68 venjarin.
Í Gundadali sá Einar T. Hansen gult fyri 10. ferð í landskappingini, og tá ið hann eisini hevur eitt reytt kort á kontini, so er hann leikbannaður ímóti ÍF. Jann Ingi Petersen og Jónleif Højgaard eru tøkir aftur, eftir at teir vóru leikbannaðir í Gundadali. Emmanuel Ukpai, sum spældi síðstu løtuna ímóti HB, varð skaddur undir venjing fyrr í vikuni, og hann verður ikki við sunnudagin. Ibrahima Camara var á beinkinum sunnudagin. Tað er møguleiki fyri, at hann kemur á vøllin ímóti ÍF.

Errin av sínum monnum
ÍF venjarin Flemming Christensen hevur fleiri ferðir fyrr í ár – eisini í hesum teiginum – undirstrikað, at hann og ÍF hava fokuserað á ein dyst í senn. Nú sigur hann í sam­røðu við bold.dk, at hann og ÍF miðja eftir gullinum:
– Eg eri ovfarin av, at vit hava rokk­ið so langt. Í tíggju teimum sein­astu umførunum hava vit vunnið 29 stig, og nú er tað upp til okkum sjálvar at gera av. Spælararnir eru sjálvandi spentir, men vit vita, at tað verður torført, nú tað er so lítið eftir av kappingini, og støðan er, sum hon er, sigur ÍF venjarin, sum fyri danska netmiðlinum út­greinar, hvør reseptin er, sum teir í Fugla­firði hava arbeitt eftir:
– Vit hava fokuserað á tríggjar lutir, og spælararnir hava verið øgiliga nærlagdir. Ein lutur er at syrgja fyri góðari dygd í venj­ing­unum, ein annar er at skipa okkum væl í verjupartinum, og tann triði er, at vit hava lært okkum at stríðast fyri søkini, og eg skal lova fyri, at tað hava spælararnir gjørt, staðfestir ÍF venjarin, sum í løtuni er besta boðið upp á meistaravenjara í 2012.
– Vit eiga B68 á Toftum, FC Suð­ur­oy í Vági og so HB í síðsta um­fari á heimavølli. Felags fyri hesi liðini er, at vit hava vunnið tvær ferðir ímóti teimum fyrr í ár. Hetta ganga við­haldsfólkini sjálvandi høgt uppí, men hetta er ikki tað sama sum, at vit uttan víðari vinna fulla úr­tøku í trimum teimum seinastu um­før­unum. Nú spæla aðrar mekanismur inn. Bæði hjá okkum, nú vit eru so tætt meistaraheitinum, og hjá mótstøðuliðunum, sum annaðhvørt kunnu spæla púra frítt, tí tað er greitt, hvussu endastøðan verður, ella stríðast fyri at varðveita plássið í bestu deildini, vísir Flemming Christensen á.
Toppliðið hevur nógvur tær sein­astu ferðirnar havt Karl Løkin og Høgna Madsen á verjukendu mið­vallar­plássunum frammanfyri krút­sterku miðverjarnar Bartal Eliasen og Høgna Zachariassen. Á Svanga­skarði sunnudagin er neyð­ugt at finna aðra loysn. Karl Løkin sá ímóti NSÍ síðsta sunnudag gula kortið fyri fimtu ferð í ár, og tí er hann leikbannaður ímóti B68. Av­loysari verður Frank Poulsen ella Jákup Johansen.
Í 2. umfari vann ÍF 2-0 á Svanga­skarði.

B68 - ÍF: Eiler Rasmussen
sunnudagin klokkan 14.45