Nú melur Karsten Hansen millum húsini í Havn

Sunnukvøldið visti tíðindatænastan hjá Starvsmannafelagnum at siga á heimasíðu felagsins, at ætlanin var at blokera Kaldbakstunnilin mánamorgunin. Hetta gjørdist eftir øllum at døma av ongum, men í gjár vóru aftur tíðindi at frætta á heimasíðuni:

Blokadan av fíggjarmálastýrinum í Havn er víðkað, so hon nú eisini umfatar Gjaldstovuna í Erling Jalsgøtu, Toll- og Skattstovuna á Hálsi og Tollbúðina á Eystaru Bryggju. Sostatt er fíggjarmálaráðharrin húsvillur

Tað hevur vakt øsing millum limir Starvsmannafelagsins, at Karsten Hansen í Degi og Viku fríggjakvøldi hevði hug at halda, at fólkini í almennum starvi, bert mólu millum húsini í Havn.

Tíðindatænastan hjá Starvsmannafelagnum visti í gjár at siga, at tað nú er húsvilli landstýrismaðurin í fíggjarmálum, ið melur millum húsini í Havn.

Síðani arbeiðssteðgurin byrjaði fyri sløkum tveimum vikum síðani, hava verkfallsfólk blokerað Fíggjarmálastýrið á Argjum. Síðani hevur Karsten Hansen hildið til á Toll- og Skattstovuni á Hálsi og hjá tollarunum á Eystaru Bryggju. Tann møguleikan hevur fíggjarmálaráðharrin ikki longur, nú blokada er við allar skrivstovurnar hjá Fíggjarmálastýrinum.

Tað sigst, at Karsten Hansen í gjár var og vitjaði blokadufólkini uttanfyri Gjaldstovuna, men hóast hann óivað ætlaði sær innar, so slapp hann ikki, veit heimasíða Starvsmannafelagsins at siga.

Tað eydnaðist ikki at fáa samband við Karsten Hansen í gjár.