Tað upplýsti Ingeborg Vinther, formaður í felagnum í ársfrágreiðingini, sum varð løgd fyri aðalfundin í gjáramorgunin.
Hon segði, at arbeiðið at fáa eina eftirlønarskipan fyri limirnar í Føroya Arbeiðarafelag er
komið so væl áleiðis, at nú er bara eftir at loyvi til skipanina.
? Arbeiðið við at fáa hana til veruleika hevur tikið drúgva tíð, men nú er komið undir lang og Føroya Arbeiðarafelag fer helst sjálvt at umsita alla skipanina, segði Ingeborg Vinther.
Orsøkin til, at Føroya Arbeiðarafelag nú fer undir sína egnu eftirløn, er, at onki røkist fyri, at nøkur almenn skipan kemur, soleiðis, sum landsstýrið hevur lovað í fleiri ár.
? Samgongan hevurnú í áravís,tosað um eina lóg, ið skal tryggja øllum føroyingum rímiliga eftirløn. Men har er hvørki eitt ella annað hent, so hetta hevur bert verið tómt tos, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag.
Hon vísti á, at lívstryggingin, ið Føroya Arbeiðarafelag gjørdi við Alka, hevur virkað væl,og samtykt varð á aðalfundi felagsins í fjør at víðka hesa trygging, so at hon eisini
skuldi fevna um álvarsliga sjúk børn. Somuleiðis skuldi ein upphædd verða útgoldin í einum, tá ið fólk fylla 67 ár.
? Fleiri limir, ið hava lokið treytirnar fyri at fáa útgjald, tá ið tey fylla 67 ár, hava
fingið hetta, eins og álvarsliga sjúkir limir,og tað er komið væl við hjá
teimum.
Ingeborg Vinther fegnaðist um, at felagið hevur hesar tryggingar fyri
limir sínar, men hon helt, at tað kundi verið vert at umhugsa at hækka lívstryggingar-
útgjaldið. Men tað kostar sjálvandi, legði hon afturat.