Nú manglaði barnagarðurin á LS

Tað hoyrist nú, at tað skal verða møguleiki at útbúgva kommunulæknar í Føroyum. Í fylgið ÚF aftrar onkur seg við at søkja, sum møguliga hevur áhuga at koma henda vegin, tí møguleiki er ikki fyri at fáa børnini ansaði.

Í stevnuskrá Miðfloksins undir heilsumál stk. 1, stendur soleiðis: »Øllum borgarum landsins eigur tilboð um góða heilsu- og sjúkrarøkt at standa í boði«. Men útbyggja vit ikki økið, og fáa støðuga tilgongd av útbúnum fólkið til hetta økið, eisini við víðari útbúgving fyri eyga, so kann tað verða skjótt, at onki tilboð á hesum økið er til borgaran í Føroyum.
Men Miðflokkurin vil arbeiða fyri at góð heilsu- og sjúkrarøktar tilboð standa borgarum okkara í boði við væl útbúnum fólkið, um tú gevur honum møguleika til tess.
Sigast kann at ein barnagarður til Landssjúkrahúsið hevði bøtt munandi um hetta. Tí er tað av so stórum týdningi, at íløga verður játtað til henda barnagarð.
Miðflokkurin tín rødd á løgtingið.