Fyrr í vikuni vóru 40 næmingar frá Nám X í Havn á vitjan hjá Ítróttaháskúlanum í Vági.
Tey komu suður við Smryrli mánakvøldið og gistu í Vilt-húsinum.
Morgunin eftir ótu tey morgunmat saman við Ítróttaháskúlanum, og fingu síðani rundvísning og kunning um Ítróttaháskúlan. Klokkan 10 varð farið í Páls høll til ymsar aktivittir. -Og eftir ábit kl. 12 varð hildið fram við aktivitetum, sum hildu áfram til bussurin fór til Smyril beint áðrenn kl. 15. Tað vóru vælnøgdir næmingar og lærarar á Nám X, sum fóru norður við Smyril eftir ein hendingaríkan dag á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.
Fyrsta skeiðið, heystskeiðið, á Ítróttaháskúlnum endar í fyrstu viku í desember. Fyrst komandi ár byrjar næsta skeið, várskeiðið.