Nú skulu útbúgvingarnar hjá Vinnuháskúlanum flytast úr Havn til Klaksvíkar.
Eg sum býráðslimur í Tórshavn vil als ikki góðtaka, at Tórshavn sum býur missir Vinnuháskúlan til KLAKSVÍKAR.
Tað sær út til, at borgarligi vongurin í Klaksvík, sum er væl umboðar á Føroya Løgtingi hevur stórt vald, og tað er kanska heldur ikki so løgið, tí teir eru partur av samgonguni, og har skal alt jú hanga saman við fíggjarætlan og við politisku visiónum hjá teimun í har valda.
Tað sær eisini út til, at tað eru rossahandlar upp í hesri ætlan, her hugsi eg um, hvat tað er fyri eitt argument fyri at flyta Vinnuháskúlan til Klaksvíkar? Er tað kanska ikki fyri at kabalin við nýggja studentaskúlan á Markngili skuldi ganga upp hjá núverandi samgongu á Føroya Løgtingi, ella hvat liggur aftanfyri?
Ja, tann borgarligi vongurin í samgonguni skuldi atkvøða fyri nýggjum studentaskúla á Marknagili og tað hevur so tann prís, at tær lægru ikki akademisku skúlaútbúgvingarnar skulu til Klaksvíkar. Er tað ikki soleiðis, tað er komið til hesa niðurstøðu?
Ella hvat er grundarlagið at flyta ein 100 ára gamla skúla úr Tórshavn sum annars koyrir væl til Klaksvíkar?
Er tað kanska eitt álit um bygnaðarbroytingar sum ger seg galdandi?
Jú tað er gott við ymiskum álitum, um hvat er rætt og hvat er ikki so gott út frá ymiskum fyritreytum og kontekstum, ið vit tosað um.
Men tað er jú soleiðis, at tað er ikki altíð at eitt álit skal fylgjast og tað verður tað jú heldur ikki altíð, tað vita og kenna vit.
Tað veit núverandi samgonga eisini, um vit hugsa um tað nýggjasta dømi t.e. har áliti um eftirskúlan í Hvalba - hann skal nú vera í Sumba er tað nýggja dømi. Einki ímóti Sumba, men er hetta ikki ein máti, at fáa meira stríð fyri at køva ætlanina um eftirskúlan í Hvalba. Eg veit eisini, at tað fíggjarliga skal hanga saman, og fíggjarkorini eru trong innan menturnarøkið, tí nýggi skúladepilin í Havn fer við tí mesta. Eg frøist eisini um, at tað kemur ein skúladepil í Tórshavn, tað er ikki tað, men at prísurin er, at vit í Havn skulu missa Vinnuskúlan, er nýtt fyri meg, og tað má eg harðliga ganga ímóti sum býráðslimur fyri Tórshavnr bý.
Hetta kann ikki halda áfram, fyrst skal Rósa flyta sambylir til Vágar, og nú skal Helena geva Vinnuháskúlan til Klaksvíkar, hetta er púra burtur við og ein politiskur rossahandil í samgonguni. Er alt hetta so væl gjøgnumhugsað? Er tað ikki líka gott, ella kanska betri, at skiparar og skipsførarar vera saman, sum nú er etc. Hví bólka sundir og flyta hetta?
Hevur tað bara nakað við BA – støði og ikki akademiskstøði at gera, er tað ikki bara ein politisk kabal sum skal ganga upp?
Hetta má Tórshavnar býráð stegað við allari megi. Nei Helena, hetta er púra burturvið og kann ikki góðtakast. Nú má vera nokk við at flyta fleiri útbúgvingar og harvið arbeiðspláss úr okkara høvðusstaði.