Nýmótans Barbara í Løkshøll

Hon varð fødd heima í Havn í 1667. Men hóskvøldið 1. oktober varður Barbara framførd sum ein nýmótans dansileigur í Løkshøll í Runavík.

Dansileikurin Barbara, sum er eitt nýmótans verk eftir danska koreografin Ingrid Tranum og føroyska tónaskaldið Trónd Bogason, verður frumframførdur í Løkshøll í Runavík hóskvøldið 1. oktober kl. 19.30 og í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 3. oktober kl. 19.30.

Barbara byggir á skaldsøguna hjá Jørgen Frantz Jacobsen við sama navni. Í leikinum verður søgan um Barbaru søgd á ein nýggjan hátt gjøgnum dans, tónleik, rørslur og ljóð. Eisini vera beinleiðis innsløg á stórskíggja. Tónleikurin tekur støði í gomlu Kingusálmasiðvenjuni og verður tulkaður gjøgnum kórsang, upplestur og elektroniskan tónleik.

Dansileikurin varð valdur sum danska umboðið á EXPO í Spania í 2008, sum er heimsins størsta mentanartiltak. Sýningarnar í Føroyum eru partur av norðurlendskari rundferð hjá Barbara-hópinum.

Tað eru dansarar frá Saga Dance Art Collective og føroyski tónleikabólkurin Mpiri, sum framføra verkið.