Nám ótømandi vitanarkeldan

Tað er við bæði treysti, áræði og ikki minst bjørtum vónum, at samanlagdi stovnurin, Nám, nú fer til verka.

Tað hevur verið ein drúgv tilgongd at lagt Føroya Skúlabókagrunn, Landsmiðstøðina fyri undirvísingarmiðlar og KT-depilin saman í ein stovn.
Tilgongdin byrjaði longu í 2006, og leisturin hevur verið álitið »Vitin«, sum varð handað Mentamálaráðnum í 2007.
Á fíggjarlógini fyri 2010 varð játtanin til Føroya Skúlabókagrunn, Landsmiðstøðina og KT-depilin løgd saman í eitt rakstrarstað, og 1. august 2010 varð Magnus Tausen settur stjóri.
Í Námi starvast til samans 22 fólk, og sambært byggiætlan verður alt virksemið savnað á Hoyvíksvegi 72 í Havn.
Formliga grundarlagið undir Námi er tað sama, sum var galdandi fyri teir einstøku stovnarnar, ið nú eru lagdir saman.
Í gjár varð so avdúkað, hvussu heitið á nýggja stovninum verður, og í samstarvi við Sansir varð komið fram til orðið Nám, ið jú hevur breiðan týdning. Í hesum førinum er talan fyrst og fremst um eitt vitanarnám.
Hópurin av fólki hevði leitað sær niðan í Mentamálaráðið, har samanleggingin formliga var framd og nýggja heitið avdúkað. Av tí at mentamálaráðharrin, Helena Dam á Neystabø, var ávegis til Onglands at halda eina seinkaða flaggdagsrøðu, og tí var hon til staðar umvegis eina videoupptøku.

Langt á mál
Sjálvt um teir tríggir stovnarnir nú formliga eru lagdir saman, so er langt eftir á mál.
Vit eru í tilgongdini enn.Stovnarnir eru ikki fluttir saman fysiskt, og tað forðar okkum í tí optimala arbeiðinum, sum vit skulu koma til. Men hetta er eitt stig á leiðini, sigur Magnus Tausen.
Hann heldur, at tað hevur verið ein forðan, at samanlagdi stovnurin ikki hevur kunna sagt nágreiniliga, hvør teir eru.
Vit hava av navni verið tríggir ymiskir stovnar, so hetta stigið hevur flutt okkum saman í eitt úteftir, men eisini inneftir hevur tað flutt okkum nærri um enn ikki heilt saman, sigur Magnus Tausen.
Stjórin á Nám væntar, at stovnurin nú fer at gerast meira sjónligur.
Tað var eisini eitt av endamálunum við samanleggingini. Búmerkið og heitið renna saman í eitt, og tað eru vit ógvuliga væl nøgd við. So eg vænti avgjørt, at vit nú fara at gerast sjónligari, sigur Magnus Tausen.
Enn situr samanlagdi stovnurin í trimum ymiskum støðum.
Vit hava eina byggiætlan í gongd, og en eru mong ítøkilig stig, sum skulu takast og nakrar arbeiðsgongdir, sum skulu fáast upp á pláss. Og tað fáast tær ikki, fyrr enn vit sita fysiskt saman, sigur Magnus Tausen.
Tað er nógv arbeiði eftir enn, men fyrimunirnir fara veruliga at síggjast, tá stovnarnir eisini eru savnaðir undir einum taki.