– Enn røkist einki fyri, at endamálið at sleppa av við allar oljufýringar í Føroyum í 2030, verður rokkið.
Tað sigur Hendrik Egholm, forstjóri í Magn. Fyrr í dag boðaði Magn frá, at tey høvdu keypt Demich, sum í stóran mun hevur lagt seg seg eftir at gera grønar orkuskipanir.
Løgtingið hevur samtykt, at 2030 skal onki oljufýr vera eftir í Føroyum, tí tá skulu øll hús, og allir bygningar á landi, hava lagt um til grøna orku. Men forstjórin í Magn sigur, at skal tað henda, má eitt avgerandi stig takast og tað er at SEV skal missa einkarrættin til at gera streym.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Hendrik Egholm greiða frá, hví tað hevur so stóran týdning at SEV fær kapping.