Nú má røkka ella støkka hjá Kielsen

Samráðingarnar við andstøðuflokkarnar um at skipa eitt nýtt samgongusamstarv byrjar í dag

Grønlendski landsstýrisformaðurin Kim Kielsen fer í dag undir samráðingarnar, ið skulu staðfesta, um landsstýrið hevur parlamentariska grundarlagið til at halda fram. Sambært KNR eru fundir í dag millum landsstýrisformannin og teir stóru andstøðuflokkarnar IA og Demokraterne.


Tað er trýst á landsstýrisformanninum, tí sambært KNR, so má hann fáa eina samgongu upp á pláss, áðrenn grønlendska tingið verður sett 28. september. Um verandi samgonga ikki hevur parlamentariska grundarlagið at halda fram tá, so má Kim Kielsen antin útskriva nýval ella geva Sara Olsvig, forkvinnu í IA, møguleika at skipa eina nýggja samgongu.


Tað eru tvær vikur síðan, at Partii Naleraq tók seg úr samgonguni, tí flokkurin var ónøgdur við avtaluna, ið Kim Kielsen hevði gjørt við danska forsætisráðharran Lars Løkke Rasmussen, um at danir fáa ognarlut í tveimum av nýggju flogvøllunum í Grønlandi við at rinda ein part av verkætlanini.


Síðan hevur Kim Kielsen verið landsstýrisformaður fyri eina minnilutasamgongu, men nú byrja samráðingarnar millum Siumut og stóru andstøðuflokkarnar. Klokkan níggju grønlendska tíð eru Sara Olsvig og IA, ið er størsti andstøðuflokkurin, boðin á fund við Kim Kielsen og umboð fyri Siumut og klokkan 10 er fundur við Niels Thomsen og Demokraterne.


Báðir flokkar hava tó frammanundan gjørt greitt, at broytingar mugu gerast í førda politikkinum, um teir skulu í samgongu við Siumut. Tað er eisini óvist hvussu tætt flokkarnir standa, tí tað eru ikki meira enn fýra mánaðir síðan, at samráðingar seinastu vóru millum flokkarnar. Tá bar ikki á mál.