Nú má løgmaður taka um endan á Karsten og Ellinti

Tekur Løgmaður ikki stig til at loysa verkfallið, er tað ábyrgdarleyst, sigur Henrik Old, løgtingsmaður

Verkfallið

? Hetta gongur ikki longur. Nú má løgmaður taka um endan.
Henrik Old, løgtingsmaður fyri Suðuroynna heitir nú á Anfinn Kallsberg, løgmann um at loysa verkfallið, sum leggur ein part av landinum lamnan.
Hann sigur, at løgmaður kann heilt einfalt ikki longur látast sum onki ímeðan verkfallið hjá Skipara- og Navigatørfelagnum er í ferð við at knúsa allan útjaðaran í Føroyum, sum hann málber seg.
?Løgmaður hevur evstu ábyrgdina av, at samfelagið virkar og tí noyðist hann at lata við seg koma.
Henrik Old sigur, at støðan hjá útjaðaranum er farin út um alt mark og tí noyðist løgmaður at taka stig til at fáa ein enda á verkfallinum.
? Løgmaður eigur beinanvegin at heita á semingsfólkini um at kalla partarnar aftur til samráðingarborðið. Samstundis eigur hann at geva Karsten Hansen beinleiðis harraboð um at fáa málið loyst, og at tola, at tað kostar nakrar krónur.
? Tá ið Lønardeildin og landsstýrismaðurin ikki megna at loysa trupulleikan, má Løgmaður taka um endan.
Nú er tað bara hann, sum kann loysa málið, tað er Løgmaður sjálvur og tað eigur hann at gera. Letur hann framvegis ikki við seg koma, er tað ábyrgdarleyst av honum.
Løgtingsmaðurin vísir á, at tað, sum málið snýr seg um, er nakrar túsund krónur í løn um mánaðin til nakrar fáar mans.
Og hann samstundis, at yvirmenninir við Vaktar- og Bjargingartænastuni og Strandferðsluni, eiga at fáa eina góða løn.
? Tað líkist ongum, at tað eru fleiri av manningini á Smyrli, sum fáa hægri løn enn skiparin, men soleiðis er støðan, tí hann fær onga yvirtíð, sama, hvussu nógv hann siglur.
? Hetta eru menn, sum hava eina servitan og eina ábyrgd, sum ongin annar í landinum hevur. Yvirmenninir á Smyrli hava ábyrgdina av fleiri hundrað fólkum hvønn einasta dag.
? Hendir ein vanlukka, er tað endin á einum heilum landsparti. Teir kenna hvønn strong og hvørja íðu á leiðini, og tí eru teir førir fyri at føra fólk trygt um Suðuroyarfjørð, eisini í ringum veðri. Og tað ger teir til serfrøðingar, sum tað ikki eru fleiri av, og sum eru ringir at fáa aftur.
? Tað sama ger seg galdandi við teimum, sum sigla við Vaktar- og Bjargingartænastuni. Teir hava eitt arbeiði, sum mangan er ótespuligt og teir skulu viðhvørt leggja til havs í veðri, sum fær øll onnur skip at leita sær í havn.
? Tí hevur tað ómetaligan týdning fyri trygdina, at hesir menninir fáa eina løn, sum ger, at teir vilja vera umborð.

Varandi loysn
Henrik Old sigur, at tað somuleiðis er neyðugt at finna eina varandi loysn.
?Tað kann vera, at onkur finnur fragd í at vinna ein sigur á Skipara- og Navigatørfelagnum. Men tað loysir bara trupulleikan til næsta ár, tá verður sama skilið aftur.
? Tí er tað neyðugt at finna eina varandi loysn og at leggja lønina á eitt støði, sum sømir seg. Tá ið Lønin er komin har upp, kunnu vit tosa um at gera teir til tænastumenn, men tað kann ikki gerast, fyrrenn lønin er komin upp á eitt hóskandi støði fyrst, sigur Henrik Old.
Henrik Old sigur, at verkføllini hesi seinastu árini eru størsta afturstigið, sum útjaðarin hevur verið fyri nakrantíð, tað er líka við at vera verri enn kreppan.
? Tosað verður um at fáa fólk at búsetast í útjaðaranum, men hvør skal búsetast í einum øki, sum liggur avbyrgt fleiri vikur um árið?
Hann minnir á, at útjaðarin er tann parturin í landinum, sum framaleiðir ein stóran part av okkara útflutningi.
? Nú liggja virkini still og noyðast at brúka tað mesta av árinum at vinna missin innaftur og fólkið gongur hendur í lumma. Tí er hetta eitt verkfall, sum kostar samfelagnum ein hóp av peningi.
Vit fingu ikki orðið á Løgmann, áðrenn blaðið fór til prentingar.