Nú má ikki helmast í!

- Vit eiga ikki at steðga á nú, men eiga at lata tunnilsfelagið arbeiða við fullari kraft, sigur løgtingsmaðurin, Magnus Rasmussen.

- Enn einaferð eru røddir frammi um at steðga á við hesi stóru og neyðugu tunnilsætlan, sum fer at geva føroyska samfelagnum góðar og fjøltáttaðar møguleikar, sum ikki eru í dag.

 

Tað sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður og fyrrverandi borgarstjóri í Runavíkar kommunu. 

 

- Nei, vit eiga ikki at steðga á nú, men eiga at lata tunnilsfelagið arbeiða við fullari kraft - eftir einmæltari løgtingssamtykt, soleiðis at tunnlarnir verða lidnir til ásetta tíð.

 

Løgtingsmaðurin vísir á, hvussu hugaligt tað er at síggja, at arbeiðið nú er byrjað, bæði á Streymoyar- og Eysturoyarlandinum, og at dagamunur sæst við arbeiðnum. Tað er sjón fyri søgn.

 

- Nei, nú má ikki steðgast á. Nú má ikki helmast í, fyrr enn málið er nátt, og tað er koyrandi gjøgnum báðar tunlarnar.

 

Løgtingsmaðurin sigur, at í politisku skipanini eru pengar settir av í 2016, og fyri tíðarskeiðið 2017-21 eru fyri játtanarkarmarnar eisini pengar markaðir til endamálið.

 

- Hetta er heilt í tráð við politisku semjuna, sum var millum allar teir politisku flokkarnar á tingi, tá avtala varð gjørd um tunnilsverkætlanina.

 

Magnus Rasmussen er avgjørdur, tá hann sigur, at tað, sum nú ræður um, er at halda fast við semjuna og føra ætlanina út í lívið nú.