Hilmar Leon Jakobsen bleiv dagsins HB-hetja í Fuglafirði, tá hann skifti hondbóltsskógvarnar út við fótbóltsskógvar, og kom á vøllin og legði upp til avgerandi málið hjá HB. Hann hevur ikki tikið avgerð, um hann endaliga velur fótbóltin framum hondbóltin.
- Status er, at nú havi eg spælt ein dyst og eg sleppi ikki at spæla ein afturat uttan sáttmála. Eg havi ikki tikið nakra avgerð. Nú fáa vit at síggja um eg haldi til tað yvirhøvur, segði Hilmar Leon Jakobsen við FM1 eftir dystin í Fuglafirði.
Hilmar Leon Jakobsen hevur verið ein av týdningarmiklastu spælarunum hjá H71 og føroyska hondbóltslandsliðnum, men sum yngri spældi hann eisini nógv fótbólt. Dygdirnar eru góðar og tað hevur venjarin hjá HB langt til merkis.
- Eg havi altíð tíma væl at spælt fótbólt, tá hondbólturin ikki hevur verið í gongd. Nú eru tað seks ár síðani eg havi spælt á hesum stignum, men nú fekk eg møguleikan og hugsaði, hví ikki? Eg bleiv ringdur upp, eftir at eg hevði spælt móti B36 í 1. deild. Teir spurdu um eg hevði hug at venja við og royna meg. Eg skuldi líka hugsa meg um, men ringdi aftur og segaði at tað kundi eg gott, segði Hilmar Leon Jakobsen, sum skoraði tvey mál í 6-1 sigrinum á B36.
Hilmar Leon Jakobsen kom inn tá ein tími var spældur. Tað gingu bara fáir minuttir, so var hann íblandaður í avgerandi málinum. Restina av tíðini rann hann aftaná, meðan ÍF legði trýst. Tað merkist, at ein fótbóltsvøllur er væl størri enn ein hondbóltsvøllur.
- Læt meg siga tað so, tað er øðrvísi at spæla fótbólt enn hondbólt. Tað er hart. Serliga, tá tú kemur at renna nógv sjálvur har frammi. Rennitúrnarnir í fótbólti er nógv longri enn í hondbólti, segði Hilmar Leon Jakobsen við FM1.
HB skal í morgin spæla móti KÍ í kappingini um Løgmanssteypið. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.Nú má Hilmar Leon hava sáttmála.