Kofi Annan legði ikki fingrarnar ímillum, tá hann sunnudagin setti altjóða AIDS-ráðstevnuna í teilendska høvuðsstaðnum Bangkok, og hann gjørdi greitt, at allir heimsins leiðarar hava ábyrgd av tí, sum hendir ella rættari sagt ikki hendir á økinum.
? Alt fleiri og fleiri kvinnur hava HIV-virusið í sær, og hetta er ein ræðandi gongd. Kortini hava ein triðingur av heimsins londum ongan politikk, sum verjir kvinnurnar, segði Kofi Annan og legði afturat, at fátækradømi, harðskapur og misnýtsla økja vandan fyri, at kvinnur verða smittaðar.
? Vit kunnu steðga hesari gongdini við at geva gentum og kvinnum betri møguleikar at verja seg ímóti smittuni, segði ST-aðalskrivarin.
Ikki færri enn 17.000 umboð úr 160 londum eru á ráðstevnuni í Bangkok. Millum luttakararnar eru politikarar, granskarar og felagsskapir, og tey skulu teir næstu dagarnar tosa um, hvussu bardagin ímóti AIDS best kann leggjast til rættis.
Hagtøl hjá ST siga, at næstan 40 milliónir fólk eru smittað við HIV, og at teimum búgva umleið 30 milliónir í menningarlondunum. Samstundis vísa tølini, at í teimum fátæku londunum fáa bara ein brotpartur av teimum sjúku heilivág.
Framrokningar siga, at innan 2010 kunnu 48 milliónir fólk fara at doyggja av AIDS, og at talið kann koma upp í 74 milliónir innan 2015.
? Leiðarar í øllum heiminum eiga at vísa, at tað er ein æra og ikki ein skomm at tosa um AIDS, segði Kofi Annan við teir 17.000 luttakarnar.