Nú má ferðin tálmast

Stjórin á Føroya Fiskavirking heldur, at vit eiga at ansa eftir ikki at økja ferðina á búskapinum. Tað gongur nóg skjótt í løtuni, heldur hann

 

Vinnulív

Vit eiga at drýggja virksemið í landinum nakað, heldur Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking. Hann sigur, at vit eiga at ansa væl eftir, um tað er skilagott at fara undir alt ov nógv nýtt virksemið samstundis.

Tað er við greiðari ábending til oljuvinnuna, at stjórin á Føroya Fiskavirking mælir til at hava bæði beinini á jørðini. Hann heldur, at tað kann standast ein ávísur vandi av, at øll eru so spent upp á eina komandi oljuvinnu, sum vit enn ikki kenna nakað til.

Tað verða longu nú fleiri fyritøkur stovnaðar, sum hava til endamáls at veita ymsar tænastur í samband við oljuvinnuna. Men enn vita vit als ikki, um tað yvirhøvur verður nøkur olja at vinna.

?Men vit uppliva longu nú, at tann vinnan er farin at taka fólk frá eitt nú fiskivinnuni, sigur Meinhard Jacobsen. Úrslitið kann í ringasta føri gerast, at tað fer at mangla arbeiðsmegi í fiskivinnuni. So er neyðugt at fáa fólk aðrastaðni frá til Føroya at arbeiða.

Eins og oljupengarnir, sum øll tosa so nógv um í dag, hitar tað eisini búskapin, um tað koma kanska fleiri hundrað fremmandafólk til Føroya at arbeiða.

Nevnt hevur verið onkunstaðni, at kanska eini 500 fremmandafólk fara at koma hendanveg til arbeiðis.

?Tað er øgiliga nógv, sigur stjórin á Føroya Fiskavirking. Prosenttalið verður rættiliga høgt, um so verður.

Meinhard Jacobsen sær í ávísan mun áttatiárini aftur í tí, sum hendir nú. Og hann ávarar í móti at vit koma í ta støðuna, sum alt virksemið tá endaði við.

?Sjálvandi eiga vit at vera so mikið at okkum komin, at vit ikki aftur koma í ta støðuna, vit vóru í í 1992. Men hví vit skulu halda, at vit hesaferð skulu klára at stýra gongdini, um hon verður tann sama sum tá, dugi eg ikki at síggja. Vit eru somu persónarnir, sum vit vóru tá. Og hóast vit halda okkum hava fingið einahvørja opinbering, er tað ikki vist, at vit eru so øgiliga feilfrí fyri tað, ávarar stjórin á Føroya Fiskavirking.

Hann metir seg ikki vera svartskygdan kortini. Bert eitt sindur realistiskan.

Eitt nú vísir hann á, at øll hesi størvini, sum lýst verða leys um dagarnar, skulu eisini setast. Serliga eru tað størv í ymsum tænastuvinnum, sum nú draga at sær. Fólkið verður so tikið úr aðrari vinnu. Tað ger so aftur, at tað verða størv sett við fólki, sum ikki eru fakfólk.

?Úrslitið verður bara tað, at samlaða veitingin versnar, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking.