Fiskivinna
Árið í ár hevur verið tað besta til gulllaksaveiði. Tey seks skipini, sum hava verið á hesi veiði í tíðarskeiðinum frá apríl til endan av september, hava havt rættiliga góðan fiskiskap.
Enn er ikki endaliga gjørt upp, hvussu stór samlaða veiðan hevur verið, men hugsandi er, at hon helst liggur millum 22.000 og 25.000 tons.
Tað er, eftir hvat Lise H. Ofstad, havlívfrøðingur heldur, í yvirkanti av tí sum kann rópast burðardygt.
- Enn vita vit ikki alt um gulllaksin. Vit vita ikki, hvar hann gýtir, men tað nýtist ikki at vera negativt. Tað kann eisini vera ein fyrimunur.
Lise sigur, at gulllaksur gerst gamal fiskur, helst upp í eini 30 ár, og eftir hvat fiskifrøðin í dag veit at siga, gerst hann helst kynsbúgvin um 7-8 ára ára aldur.
- Vit vita lítið og einki um gýtingina, men líkt er til, at fiskurin ikki bara gýtir um várið, men eisini um heystið.
Hon vísir á, at Magnus Heinson á sínum royndum hevur fingið onkran gýtingarføran gulllaks um várið, men slíkir fiskar eru eisini fingnir um heystið.
Genetiskar kanningar
Fiskifrøðin úti í heimi metir, at íslendski gulllaksastovnurin er ein stovnur fyri seg, og síðan er føroyski stovnur partur av norðuratlantiska gulllaksastovninum.
Lise sigur, at áðrenn nakað kann sigast við vissu um hetta, er neyðugt at gera genetiskar kanningar.
- Saman við Noregi og Íslandi hava vit tí søkt NORA um fíggjarligan stuðul til genetiskar kanningar av gulllaksinum í royndini at fáa staðfest, hvussu stovnarnir hanga saman – ella eru skildir sundur.
Hon sigur, at Noreg stendur sum verkætlanarleiðari, men londini hava gjørt av at søkja um stuðulin í felag og annars vera saman um royndirnar.
- Enn vita vit ikki, um stuðul verður játtaður, men tað kann koma at hava stóran týdning fyri metingina av gulllaksastovninum, at kunnleikin um fiskaslagið gerst størri, sigur Lise.
Neyðugt varsemi
Havlívfrøðingurin vísir á, at støðan við royndini er broytt – og økt - siðan hon skrivaði greinina um burðardyggleikan í gulllaksaveiðini fyri einum ári síðan.
- Men hetta var so eitt úrslit av eini trý ára langari verkætlan, sum byrjaði í 2005, leggur hon aftrat.
Lise H. Ofstad vísir á, at um stovnurin økist við 21.000 tonsum í vekt um árið, sum leystliga hevur verið mett, er ein veiðan upp á kanska 22.000-25.000 tons neyvan burðardygg longur.
- Eitt er, at gulllaksaveiðan hevur verið óvanliga góð í ár, men nú mugu vit ansa eftir, soleiðis at royndin ikki verður størri, enn stovnurin upp á longri sikt tolir.
Havlívfrøðingurin sigur, at kunnleikin, sum Føroyar, Ísland og Noregi nú royna at útvega sær við genetiskum kanningum av hesum fiskaslagi, kann koma at fáa týdning fyri metingarnar av stovninum frameftir.










