Nú ýlur Goliat aftur

Thomas Juul Askham

Vit allar flestu føroyingar, kenna og hava lisið um filistin Goliat. Goliat helt ísraels fólk fjøtraðan í óttans leinkjum 40 dagar, á morgni og á kvøldi kom hann fram og spottaði og skapti ótta. Ísraels fólk var púra handlingslamma, vegna alt tað øðisliga hesin filistur kundi ýla ímóti teimum.
Eins og Goliat á sinni ýldi á ísraels fólk, ja so er føroya fólk blivið fóðra við ýlum um tey samkyndu, á morgni, middegi og so áðrenn vit hava lagt okkum á kvøldi.
Hóttanir uttan úr heimi skorta ikki og her á landi skorta heldur ikki uppá ákærur móti Føroyum og tí føroyska fólkinum, sum ikki treytaleyst gongur undir og er við í tí rákinum, sum er uppi í tíðini, í samband við tey samkyndu.
Okkara fólkavaldu politikarar eru komnir undir ógvusligt trýst, bæði innan í frá og ikki minst uttan í frá, spurningurin verður, um teir tora at verja fólksins vilja, ella teir lata seg tøla av rákinum og avreiða nøkur hart vunnin rættindi vit hava haft, skrivi- talu og trúarfrælsi her á landi.
Ikki hugsi eg at okkara politikkarar eru so lítið at sær komnir og naivir, at um hettar uppskotið verður góðtikið, at so er friður av hesum málinum, nei tað er bert byrjanin til eina røð av øðrum uppskotum og tá vendist ikki aftur.

Hond í hond við danskar politikkarar
Um vit nú líta á tann politiska pallin, so er tað ein partur av tjóðveldisflokkinum, sum hava høvuðsrollina í hesum máli.
Tað, sum kann tykjast løgið í hesum máli, er at fullveldisfólkini taka lógvatak við danskar politikkarar og ynskja at føra danskar tilstandir og danskar lógir - danskar liviháttir inn í Føroyum.
Vanligvís plaga fullveldisfólkini at blíva fjálturstungin og tjóðskparlig tá tað bara ber brá av donskum, tey snerkja, rykkja nøs, bert tað ber brá av donskum. Tað kann tí tykjast løgið, at teir nú kunnu leiðast við donskum politikkarum og seta sítt egna fólk á ákærubonkin í altjóða høpi.
Fullveldisfólkini hava megnað at sett tað føroyska fólkið og okkara kæra føðiland á heimskortið, fyri at vera eitt óliviligt land fyri tey samkyndu at liva í.
Tað má sigast at vera spell at fullveldisfólkini, við tí eina umboðinum á danatingi ikki megnaðu at seta land og fólk okkara á heimskortið og í eitt betur ljós enn tað, sum hent er.

Fjølmiðlar við makt og ávirkan
Tað mugu vera tey fægstu, sum eru í iva um, at málið um tey samkyndu, hevur í ein stóran mun skatt umdømi hjá kæra føðilandi okkara úti í heimi.
Her heima á landi eru frontarnir trektir upp og komnir til sjóndar. Tað, sum hevur verið borið fram av okkara egnu landsmonnum og kvinnum, sum eru samkynd, í fjølmiðlum úti í heimi, er púra klokkuklár, tað er at varpa eitt vánaligt ljós á Føroyar og tað føroyska fólkið og ikki minst okkara politikkarar.
Um vit líta okkum umkring, í grannalondum, so síggja vit, hvat makt fjølmiðlar og fjølmiðlafólk hava, hettar kemur óivað at finna veg hendan vegin eisini.
Mín góði vinur og prestur Johan Veihe sáli, plagdi at taka so til, tá eitt hvørt var við at taka seg upp í grannalondum, vit koma nokk við, men bert ein postgang seinni.
Um vit hava í huganum hvussu teir almennu fjølmiðlarnir hava lýst hetta málið, um tey samkyndu og kor teirra her á landi, so má niðurstøðan verða tann, at teir almennu fjølmiðlarnir hava gjørt seg til ein part av málinum, og eru talurør teirra samkyndu, teir almennu fjølmiðlarnir hava píska ein ódámligan stemning upp í tí føroyska fólkinum og tí føroysku fólkasalini.
Fjølmiðlarnir hava fínkemma telegrammini uttan úr heimi, um ikki eitthvørt er, sum kann brúkast sum tíðindi, um lagnu teirra samkyndu, tað er nærum ikki tíðindasending, at vit ikki skulu leggja oyra til hetta yvirupphitaða mál.

Vit føroyingar niðurgera, happa samkynd?
Vit allir føroyingar taka og hava langt síðani tikið eina greiða frástøðu frá hendingini í eini matstovu her í Havnini.
At útlendingar síggja okkum føroyingar, sum nakrar skrupulleysar, miskunnarleysar barbarar, sum dríva klappjakt eftir samkyndum, ein fær næstan fatan av, at tað er eitt torg her á landi, hvar tey samkyndu verða háðaði.
At fara út í heim við hesi eini hendingini og føra seg fram sum hetta er vanlig kor hjá samkyndum, er púrasta burtur við, hetta tekur trúvirði úr málinum.
Tey, sum hava ført hettar fram úti í heimi, hava bert eini ørindi, tað er at seta Føroyar og ta føroyska fólkið í eitt vánaligt ljós í altjóða høpi.
Hettar er ein skammuligur, primitivur og har til vánaligur háttur at gera seg hoyrdan uppá, hesin hátturin tekur trúvirði úr hesum málinum og ikki minst frá teimum, sum meina at tey hava ein søk at verja, og ein minniluta at verja.
At føroya fólk sum hevur aðra fatan ella meining um hetta mál, enn tann bólkur, sum vil tala samkyndu sakina her á landi og sum skuldsetur føroya fólk fyri bæði líkt og ólíkt.
At Føroyar og ta føroyska fólkið skal vera sett á ákærubonkin, bæði her heima og útí heimi, vegna eina ótangagerð hjá nøkrum ungum fólkum í náttarlívinum í Havn, tað er púrt onki skil á.

Ein minniluti við trongum karmum?
Lat okkum eina løtu steðga við arbeiðskarmarnar, hesin minnilutin hevur at arbeiða undir.
Lat okkum eina løtu steðga við tey arbeiðsamboð hesin minnilutin hevur at gera seg sjálvar sjónligar og boðskapin hoyrdan.
Øll vita vit, hvat stóran týdning tað hevur at fjølmiðlarnir eru uppá síðuna av einum, tá man skal gera seg sjónligan og hoyrdan.
Vit hava nevnt tað áður í hesi grein, her hevur hesin minnilutin tey allarbestu arbeiðsamboðini ið teinkjast kunnu, tí fjølmiðlarnir eru blivnir ein partur av málinum í maktspælinum í hesum máli.
Hetta málið hevur sett ta føroysku tjóðina á ovastu tíðindabreddanar útí í heimi, ikki eru vit sum tjóð, blivnir umtalaðir við teimum allarbestu vælvaldu orðum.
Danskir politikarar hótta við bál og brand og skerjan í blokkstuðlinum, um vit føroyingar ikki makka rætt og ganga treytaleysir undir tað, sum danir hava góðtikið.
Slíkar hóttanir tala sítt týðiliga mál um hvat danskir politikkkarar meina um okkum føroyingar og um okkara fólkavaldu politikkarar, tí er tað ørkymlandi og hugstoytt at síggja fullveldispolitikkarar taka lógvatak um at fáa danskar lógir og skikkir inn á okkum.
Neyvan man nakrar minniluti hava so góð arbeiðsamboð uppá hondina, fyri at gera seg sjónligan og hoyrdan.
Her á landi hava felagsskapir, her hava feløg av ymiskum slag gjørt seg til rødd teirra samkyndu, fjølmiðlarnir hava gjørt sítt allarbesta lobbyarbeiði sum tonkjast kann, til frama fyri minnilutan.
Tað seinasta skotið á stammini, er ein av teim stóru almennu arbeiðsplássunum, sum bjóðar samkyndum arbeiði.
Álvaratos, tað blívur ført fram her á landi, sum um vit hava eitt hermetiskt lukkað land fyri samkyndum, hetta nærkar seg tápuligar greinir um hetta mál.
Far og kanna í onkrum almennum stovni her í Havn, um tú ikki finnur ella møtir einum samkyndum, far á tann privata arbeiðsmarknaðin, vita um tú ikki finnur samkynd. Fólk arbeiða á hesum støðum.
Hettar er eitt yvirupphitað evni, sum er við at nærka seg tí óseriøsa svassi.
Sjálvandi hava tey samkyndu somu møguleikar at søkja størv, sum onnur fólk, mær vitandi er tað ikki komið har til, at ein skal upplýsa um ein er samkyndur ella nakað annað, tá ein søkir arbeiði.
Tað virkar ikki sørt undarligt, at ein almennur stovnur og stjóri tess føra seg fram í fjølmiðlunum og siga at samkynd kunnu fáa arbeiði í tí ávísa stovninum, tað ljóðar sum um hettar skal vera eitt stórt frambrot fyri tey samkyndu, at tey kunnu fáa arbeiði her á landi, ketan er langt síðan hoppa av í hesum máli.

Tey rýma av landinum
Eitt annað, sum er blivið ført fram og ikki sørt blást upp er, at tey samkyndu hava vánaligar umstøður her á landi.
Oftani fær ein ta fatan, at tey blíva jagstrað av landinum, í hesum pástandinum er alt oftast einki hald í, okkurt navn skal barnið hava.
Um fylgt verður við ferðamynstrinum hjá teimum samkyndu, eitt nú í einum landi, har tey eru vard av grein 266B, nevniliga Danmark, so sært tú og hoyrir tú um, at tey samkyndu leita sær frá teimum smærru býunum inn til teir stóru býirnar, so ein kann róliga siga, at hettar er ikki nakar serføroyskur trupulleiki, við at flyta frá smærri samfeløgum inn til størri.
Tað týður uppá, at trupulleikin liggur á einum øðrum stað hjá teimum samkyndu.

Tað var ein David
Í byrjanini bleiv nevnt um filistin Goliat, sum helt ísraels fólk í óttans leinkjum, hansara ógvusligheitir gjørdu, at Ísrael varð handlingslammað.
Tað kemur ein ungur seyðadrongur við einum matpakka til brøður sínar, hesin ungi maður varnast støðuna í fólkinum, hann varnast eisini filistin, sum spottar ísraels fólk og tann livandi Gud.
David hevði gjørt nakrar ítøkiligar royndir saman við tí livandi Gudi, tí lat hann seg ræða, binda av filistinum Goliat.
Við slyngubandinum og áliti á tann livandi Gud, gekk hesin ungi seyðamaðurin treystliga móti filistinum Goliat, og feldi hann.
Vegna ein ungan djarvan seyðamann bleiv ísraels fólk útfríða frá óttans leinkjum, somuleiðis bleiv ísraels fólk útfríða frá tí handlingslamni tey høvdu sitið í.
Seyðamaðurin er blivin ímyndin uppá dirvi, handlingsmyndugleika, eins og hvør tjóð og fólk hava tørv á slíkum persónum sum Dávid, við myndugleika og áræði og sum ikki lata seg tøla av nútíðarinnar ráki og andstreymingum.

Føroyar á einum vegamóti
Føroyar er komið fram at einum vegamóti. Landsins politikkarar skulu taka støðu til hvar tjóðin Føroyar skal fara lógarmessiga í hesum máli, um tey samkyndu.
Eitt er púra krystalklárt, óansæð hvør kemur út við sigri ella vinningi, ella hvør kennur seg hava tapt í hesum máli, so verður trupulleikin í hesum máli ikki loystur, tú kann ikki lógargeva eina handling í einum fólki, sum hevur eina øðrvísi greiða støðu til hettar mál.
Vit hoyra um, at í Danmark skal eitt serstakt átak gerast, fyri at verja tey samkyndu móti ágangi og happan, her tosa vit um undangongulandið í liberaliseran og slóðarin mikli við tolsemi, hvar slogan er: pláss skal vera fyri okkum øllum.
Hetta er eitt týðuligt tekin at grein 266B ger ikki ta stóru broytan í tí danska fólkinum, tí tykist tað ikki sørt løgið at nú skulu aftur nýggj tiltøk gerast til frama og verju fyri tey samkyndu.
Nú um dagarnar var at hoyra í tíðindunum, at nú skuldi ein telefontænasta setast á stovn í Danmark, tí ágangur og happan móti teim samkyndu varð alt meir ein vaksandi trupulleiki.
Innsetan í paragraf 266B um verju av teim samkyndu í Danmark, hevur ikki givið tann friðin um hetta mál, sum sagt verður í orðaskiftinum, tí mugu danir aftur til verka við nýggjum tiltøkum, hettar er skrúvan uttan enda, tú kann blíva við og við.
Hetta málið, um tey samkyndu er so heilt øðrvísi fyri okkara politikkarar at taka støðu til, vit tosa ikki um vegastubbar, tunnellir ella onnur materialistisk mál, her er talan um at broyta nøkur grundleggjandi grundvirðir, sum eru bygd á tey kristnu lívsvirðini, sum undanfarin ættarlið hava vart um, vit eiga ikki at avreiða hetta fyri at toknast og fylgja rákinum, sum er uppi í tíðini.
Ein hugburður er tað, sum kann flyta fjøll í hesum máli, ein virðing og respekt fyri hvør øðrum hevði óivað hjálpt uppá hesa søk, lógarbroytan gevur ikki frið á hesum økinum, tað ber tað nýggja tiltakið hjá dønum greið boð um.
Onki er at siga til, at fjálturstungnir politikkarar við veikum politiskum ryggi, blíva bangnir av ýlinum, sum eru bæði her á landi og ikki minst uttan úr heimi.
Ungi Dávid lat seg ikki rúnarbinda í ótta og handlingslamman, men treystliga gekk hann fram móti filistinum, sum háðaði tann livandi Gud, ýlini hildu ikki unga Dávidi aftur, søguna kenna vit, filisturin Goliat fall.
Vónandi hava vit politiskar Dávidar, sum kunnu verja land okkara móti tí ráki, sum er uppi í tíðini, okkara politikarar eiga at hava í huga, at hettar gevur ongan frið í málinum, um tað verður góðtikið, tá eru vit bara byrjaðir í tí óendaligu lógbroytingar skoytibreyt, tað er sjón fyri søgn, hygg bert eftir grannalondum okkara.