– Eg havi búð í Onglandi síðani 1995, og havi búð her longri, enn eg búði í Føroyum. Líkamikið hvar eg eri ella búgvi, eri eg fyrst og fremst nólsoyingur. Eg eri úr Nólsoy og tað er also besta stað á jørð, sigur Camilla Collins, sum býr í bygdini Bicester í Oxfordshire mitt í Onglandi.
– Eg havi ein barnagarð/frítíðarskúla, har á leið 20 børn koma hvørja viku. Tey smáu millum 0-5 ár um dagin og skúlabørn fyri og eftir skúlatíð. Vit eru úti tað mesta av degnum, og tey smáu sova úti í barnavogni. Tað er ikki nakað, sum vanliga verður gjørt í Onglandi, og tað er tí torført hjá fleiri at skilja, sigur hon millum annað frá í longri samrøðu í blaðunum Vikuskifti í Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring alt landið. Til ber eisini at keypa Sosialin her.











