Nólsoyingar mugu verða tolnir

Nólsoyingar bíða framvegis spentir eftir svarinum um, nær farið verður undir at byggja nýggju ferjuna til Nólsoyarleiðina. Enn ber ikki til at seta eitt árstal á, hóast 2009 er nevnt.

Nólsoy: 4 mió krónur í 2008

Hetta er upphæddin sum er sett á uppskotið til fíggjarlóg næsta ár, til tess at útvega nýtt skip til nólsoyingar.

Á fíggjarlógini í ár er játtað 1 mió kr. til kanningararbeiðið og prosjekteringina at betra um samferðsluviðurskiftini hjá bæði nólsoyingum og kalsoyingum.

- Hetta arbeiðið er í gongd, og vit ætla at leggja niðurstøðurnar fram í desember, sigur Regin Vágadal, stjóri á Strandferðsluni við Sosialin.

Í næstum er ætlanin at hava fund við nólsoyingar og aðrar um ferðasambandið um fjørðin nú og í framtíðini.

Er semja um hetta uppskotið, kann haldast fram við arbeiðinum, soleiðis at samfelda ynskið hjá bygdarfólkinum kann gerast veruleiki.


Gamal trupulleiki

Nólsoyingar hava havt ein arbeiðsbólk sum millum annað hevur sett sær sum mál at útvega bygdarfólkinum eitt hóskandi ferðatilboð til meginøkið.

Umframt arbeiðið hjá hesum bólkinum, sum er umrøtt á síðunum frammanfyri, hava onnur av bygdarfólkunum gjørt vart við seg í fjølmiðlunum.

Í einum lesarabrævi fyri skjótt tveimum árum síðani vísti ein teirra á, at tað er ikki nóg mikið at avlýsingar sjáldan koma fyri. Krøv eiga at verða sett einum slíkum skipi.

- Eg gangi sjálvandi út frá, at tey sum varða av siglingini hjá Strandferðsluni eru varug við trupulleikan og hava ætlanir um at gera nakað við tað.

- Hinvegin so eru tær 200 atkvøðurnar í Nólsoy neyvan nóg mikið til at vit enn á sinni kunnu seta okkum umborð á nýggju Rituna. Men eitt nýtt skip hevði verið besta loysnin – eitt skip við tí dygd og til tann tørv, sum er á farleiðini um fjørðin, skrivaði viðkomandi.

Hann endaði sítt lesarabræv soleiðis: - Tá vit síggja hundraðtals milliónir verða nýttar uppá at útbyggja samferðslunetið, er ikki meiri enn rímiligt at nólsoyingar eisini sleppa at ríða á tí bylgjuni. Nýtt skip at sigla um Nólsoyarfjørð skuldi verið raðfest frammanfyri eina og hvørja ætlan um at bora fleiri tunlar og ikki minst undirsjóvartunlar her á landi!


Einasta farleiðin

Fyri sløkum tveimum árum síðani var støðan vorðin so vónleys hjá nólsoyingum, at tey ynsktu av álvara at gera vart við støðuna við Nólsoyarleiðini.

Tey gjørdu ikki mætari enn at ganga hús úr húsi at savna inn undirskriftir at vísa á tørvin fyri betri samferðsluviðurskiftum hjá fólkinum.

Hóast fólkatalið bert er um tey hálvttriðja hundrað, eydnaðist tað teimum at fáa ikki færri enn 230 undirskriftir frá nólsoyingum úr og av oynni.

Hesar vórðu handaðar innlendismálaráðharranum Jacob Vestergaard í januar mánaði 2006, har umboð fyri tíðindatænastuna somuleiðis vóru við.

Í hesi innsavningini heittu nólsoyingar á landsstýrismanninum um at byggja nýtt skip til farleiðina, og sum kundi nøkta krøvini í dag.

- Hesin samferðslumøguleikin er einasta farleið okkara við meginøkið. Tí má tað vera eitt krav, at bygdarfólkið – bæði ung og gomul – kunnu sleppa trygt til og frá oynni, varð sagt í skrivinum.

Tað skiltist tá á landsstýrismanninum at hann væl skilti orsøkina til hetta stigið hjá nólsoyingum. Hann tóktist eisini sera positivur at finna fram til eina nøktandi loysn.

So er bert spurningurin, um orðini gerast veruleiki. Tað fer viðgerðin av fíggjarlógini 2008 at vísa.




Hóskandi havn til nýtt skip

Fríggjadagin í farnu viku legði Magni Laksáfoss, fíggjarmálaráðharri fram uppskot til eykajáttanarlóg fyri september fyri løgtingið.

Undir “samferðsla” var eisini nevnt eitt uppskot um havnarlagið í Nólsoy.

Í viðmerkingunum til uppskotið verður sagt, at havnin í Nólsoy er útbygd og grótkøstini longd.

Tørvur er á at gera neyvari kanningar av innsiglingini til havnina fyri at tryggja, at innsiglingin er nóg djúp til verandi ferju, og hvat skal gerast fyri, at størri skip eisini kunnu koma inn í havnina.

Harumframt kemur, at nýtt skip verður prosjekterað til Nólsoyar í næstum, og sum verður væl størri enn Ritan.

Mælt verður til at veita eina eykajáttan upp á 1 mió. kr. til at kanna og møguliga dýpa innsiglingina til havnina í Nólsoy.