Nólsoyingar mugu geva tol ímeðan teir bíða eftir Ternuni

Hon verður á beding væl longri enn ætlað

Tað verður ikki fyrr enn í februar, ella kanska enntá ikki fyrr enn í mars, at Ternan aftur verður tøk at seta í sigling aftur ímillum Havnina og Nólsoyar.

Tað staðfestur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum. Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu ætlanin er at loysa keðiligu støðuna, nólsoyingar eru komnir í, nú Ternan er á beding, og avloysaraskipið, Erla Kongsdóttir, eisini mátti takast úr sigling.

Síðani Ternan fór á beding at fáa lógarkravdar ábøtur, hevur tað víst seg at tær eru nógv meiri umfatandi, enn upprunaliga mett. Tí varð Ternan ikki liðug til jólar, sum ætlað. Tvørtur ímóti verður tað ikki fyrr enn í februar, ella enntá ikki fyrr enn í mars, at Ternan aftur verður tøk.

Hesa tíðina roynir Strandferðslan at bjarga støðuni sum frægast. Jósup er í sigling, men skjótt verður Erla Kongsdóttir aftur sett í sigling, eftir at tveir rútar brotnaðu um hálvan desember.

Strandferðslan hevur eisini keypt Hasfjord. Tá hasfjord var í umbúna, varð hugt eftir fleiri ferjum, men Sjóvinnustýrið vildi ikki góðkenna nakrar av teimum sum ferðafólkaskip. Tí varð Hasfjord keyptur og skrásettur sum faramaskip.

 – Hóast Strandferðslan alsamt leitar eftir hóskandi skipi, ber í løtuni ikki til vísa á onnur skip, ið kunnu bøta um støðu til Ternan kemur aftur í sigling. Men Hasfjord ger farmatúrar til Nólsoyar eftir tørvi, sigur landsstýrismaðurin.

Jørgen Niclasen sigur, at arbeitt verður framvegis við at finna eina stutttíðarloysn, fyri at bøta um ferðafólkasambandið til Nólsoyar. Men samstundis verður arbeitt við eini langtíðarloysn, sum kann framtíðartryggja siglingina millum oyggjarnar, men til ta endamálið verur neyðugt at byggja nýggj skip.