Nólsoyingar hava hertikið Ternuna

Ferðafólk og bilar sleppa ikki íland og Ternan sleppur ikki frá bryggju í Nólsoy

Nólsoyingar hava skipað fyri mótmælistiltaki nú tað er greitt, at Teistin skal á beding í morgin, soleiðis at Ternan verður tikin úr nólsoyarsiglingina fyri at røkja rutuna um Skopunarfjørð.

 

##med2##

Men tað hóvar ikki nólsoyingum og nú Ternan skuldi koma til Nólsoyar, hava tey skipað fyri mótmælistiltakið og tey hava mestsum lagt Ternuna lamna.

Eini 100-200 fólk eru møtt á bryggjuni og fólk hava sett traktor fyri landgongina, soleiðis at ferðafólk og bilar ikki sleppa íland og tey hava spent veiður tvørtur um innsiglingina til havnarlagið, so at hon heldur ikki sleppur avstað aftur. Og við innsiglingina veittra sjórænarafløgg í húnarhátt.

Tey krevja, at ein nýggj nólsoyarferja verður sett í samgonguskjalið hjá nýggju samgonguni.

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##